Home Landslið Rebekka og Rúni nummar fimm við supertíðum!

Rebekka og Rúni nummar fimm við supertíðum!

by Hallur Holm

Tveir av okkara ungu íðkarum, sum hava verið á ungdóms- og oyl-landsliðum FÍF’s síðani 2004 skuldu royna seg á National Sportscenter á Bermuda í kvøld. Rebekka Fuglø og Rúni Seloy eru tveir sera evnaríkir miðteinarennarar, sum bara mugu ásanna, at miðteinaheiðursmerkini í frælsum ítrótti eru sera trupul at fáa hendur á, tí støðið er so ógvuliga høgt. Seinastu oyggjaleikir manglaði Rebekka Fuglø 5 sekund í at vinna gull, men endaði á 9. plássi, meðan Rúni akkurát ikki megnaði at koma í finaluna á 800 metrum.


Eitt krútsterkt felt, sum fær tað at renna kalt eftir bakinum.

Men bæði hava tey víst stórform seinastu tíðina, og hóast krútsterku mótstøðuna høvdu vit onkursvegna vónir um at tað kanska kortini  onkursvegna fór at eydnast at hála okkurt gylt heim við. Til 1.500 meturin hjá Rebekku var bert tann eina av teimum nýggju rennarunum, sum ikki hevði runnið onkra betri tíð seinastu tvey árini. Vitandi at Rebekka var før fyri at renna skjótari, var stríðsætlanin løgd soleiðis, at Rebekka skuldi fylgja so leingi sum møguligt, næstan líka mikið hvat sum hendi.


Rebekka fylgdi væl við og lá sum hon skuldi. Her á 600 m.

Rebekka megnaði at hanga á halanum hjá teimum sjey fremstu heilt fram til 1.200 metrar. Ferðin var nú skrúvað for upp, og ein beinhørð kapping um heiðursmerki og hinar plaseringarnar var byrjað. Rebekka stríddist sum úlvur á skóg, og megnaði fyrst at yvirhála eina tá góðir 100 metrar vóru eftir, og síðani eina afturat, beint áðrenn mállinjuna. Sostatt gjørdist hon nummar fimm í hesi krútsterku finaluni. Seks sekund skar hon av gomlu tíðini hjá sær, og úrslitið, sum gjørdist 4.38,27 hevði verið nóg mikið til gull á seinastu oyggjaleikum.


Smáir 200 metrar eftir – Rebekka fær fatur á tveimum av teimum!!!!

Fyri at skera eitt sindur út í papp, hvussu gott úrslit hetta er, kann nevnast, at seinastu 500 metrarnir blivu afturumlagdir í 1.29 min. Og seinastu 800 metrarnir brúkti hon bara 2.21-2.22 minuttir uppá. So er lætt at gita, at høvdu fyrstu 1.000 metrarnir verið eitt sindur skjótari enn teir 3.09, ja so hevði eisini verið lættari at fingið fatur á føroyska metinum hjá Bjørk H. Olsen.


Við stálsettum vilja etur Rebekka seg 0,05 sekund fram um kvinnuna frá Isle of Man

Rúni Seloy var ikki komin í eina sterka 800 m-finalu. Hann var komin í eina krút-hamrandi sterka finalu, har í minsta lagi tríggir renna 1.51 min umframt nakrar sum renna 1.54-1.55, so hetta var ein øgilig uppgáva at skula greiða. Men Rúni er heldur ikki hvør sum helst, og við góða forminum hann hevur víst seinastu tíðina høvdu vit vónir um at hann skuldi taka nakrar í finaluni og eisini renna eina góða tíð.

Frá geil 1 rann hann seg væl fram í sterka feltið og fekk eina góða positión á 4.-5. plássi heilt inni við. Fyrstu 200 fóru við 27-28 sekundum, sum hóskaði Rúna væl. Men beint eftir 200 m fór ferðin eitt sindur niður. Tað gjørdi tað sjálvandi lættari hjá Rúna at fylgja við, men fór at verða verri, við eini góðari tíð. Ferðin fór eitt sindur upp aftur á langsíðuni og tá klokkurnar ringdu fyri seinna umfarinum var tíðin hjá Rúna beint undir 59 sekund.


Rúni fann eina góða positión, sum hann varðveitti stóran part av kappingini. 

Framvegis vóru allir samlaðir, og tað vóru teir eisini, tá 300 metrar restaðu í. Men so eksploderaði feltið, tá stóri sterki maðurin  frá Western Isles breyt seg út á triðju geil og skræddi seg leysan undan feltinum. Teir skjótu menninir gjørdu alt fyri at fanga hann aftur og hjá hinum ráddi nú um ikki at leypa ov tíðliga fram av og fara all in.


Avgerandi løtan. Rúni á 5. plássi er klárur og heldur seg tætt til teir fremstu. Tann blái í miðjuni fer beint her avstað við einum megnar rykki, sum sindrar alt sundur. Seinasta langa 250 metra strekkið ger Rúni alt hann er mentur at halda hasar tríggjar aftanfyri seg. Og  við eini mannfólkaprestatión av tí aðru verð eydnaðist tað!


Bert løtu seinni…….


Teir kempa teir seinastu metrarnar fram móti málinum. Rúni sæst í bláum á fimta plássi.


Tveyarin tykist ikki heilt nøgdur, men Rúni kann vera sera vælnøgdur við sína næstbestu tíð nakrantíð. 1.57,46


Framvegis bert 20 og 19 ár. Hesir báðir gullklumparnir hjá FÍF skulu nokk vinna oyl-heiðursmerki á Jersey um tvey ár. 

 

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Fríðrikur 17.07.13 - 06:20

Stórt tillukku til Rebekku og Rúna, við tykkara framúr góðu tíðum, tit eiga framtíðina, haldi áfram við góða fyrimyndarliga viljanum, so røkka tit langt. Og Rúni nú verður spennandi á 400m:)

Comments are closed.