Leygardagurin royndist eisini sera væl hjá føroyska hópinum sum kappaðist í VU Spelen. Ikki bara eitt men tvey føroysk met vóru sett, umframt bólkamet og fleiri persónlig met.
Tað er ikki av tilvild at tað gongur so væl við úrslitum fyri tíðina. Fleiri av íðkarunum skulu kappast á Gibraltar um góða viku, og hesi hava sjálvandi vant og fyrireika seg dúgliga fyri at vera so væl fyri sum gjørligt til hesar komandi vikurnar. Men hitin, stemningur og umstøður annars gera eisini sítt til at tað hjá fleiri bara riggar, og at alt gongur uppí eina hægri eind. Gott veður hevur hópurin haft í ríkiligt mát; Júst hetta vikuskiftið hevur veri sera gott veður í Gøteborg, á leið 25 hitastig og turt, men heilt vindstilli hevur tað tó ikki veri, kanska tíbetur tá man hugsar um hitan, so okkurt úrslitið fall sum ‘góðkent’, tí mest loyvdi vindur er 2 m/s viðvind.
Hesi vóru úrslitini frá leygardegnum:
F15 Spjut | Børka Berg | Jørgensen | 32,92 |
P16 100m (innl.) | Miso | Buha | 12,29 |
F12 Höjd | Hennie Maria | Samuelsen | 133 |
F19 100m (innl.) | Elisabeth H. | Simonsen | 12,99 !! |
K 100m (innl.) | Alda S. | Lamhauge | 13.04 |
K 100m (innl.) | Margit W. |
Fríðmundsdóttir |
13,16 |
P14 80m (innl.) | Eiri Jógvansson | Glerfoss | 9,92 |
M 100m (innl.) | Torur | Mortensen | 11,29 |
F15 Tresteg (kval) | Børka Berg | Jørgensen | 9,68 |
F19 Kula | Lydia Poula | Simonsen | 10,54 |
P14 80m (finala) |
Eiri Jógvansson | Glerfoss | 9,91 |
M 1500m | Julian | Gregersen | 4.10,50 |
P14 800m | Jónas | Isaksen | 2.12,56 |
F19 Slägga |
Guðrið K. | Petersen | 42,89 !! |
F17 400m | Maria | Biskopstö | 59,48 |
F19 400m | Oddvör | Josephsen | 61,14 |
K Längd | Edna Maria | Debes | 4,48 |
P19 400m | Dánjal Dahl | Ljósheim | 52,49 |
Tey føroysku metini á degnum stóðu Elisabeth Holm Simonsen og Guðrið Káradóttir Petersen fyri.
Elisabeth er fyrsta føroyska kvinnan sum megnar at renna 100m undir tey 13 sekundini í góðkendum vindi. Tað hevur veri spennandi at fylgja gongdini hjá spurtkvinnunum, tí hesi seinasu árini er metið flutt rættuliga ofta og hørð kapping hevur veri um at vera skjótast á 100 og 200m. Tað eru tær báðar Alda Lamhauge og Margit Fríðmundsdóttir sum saman við Elisabeth hava kappast um at vera sterkast á 100m, tó hevur tað oftast veri Elisabeth sum átti munin. Tær kappaðust allar á 100m til VU Spelen í ár, og hjá Aldu bar eisini væl til, tí við tíðini 13,04 setti hon persónlig met, sum er júst tað sama sum besta tíðin hjá Margit, sostatt er bert 0,05 sek millum tríggjar tær skjótastu kvinnuligu 100m rennararnir í løtuni.
myndin: Teresa og Elisabeth kunnu vera glaðar og væl nøgdar um síni avrik og nýggju føroysku metini tær settu hetta vikuskiftið.
Guðrið hevur veri mestsum einaráðandi í sleggjuvarp seinastu árini og úrslitini hava veri nóg góð til at standa sum føroysk met. Síðani hon í juni 2018 varpaði hamarin út á 41,83m – á venjingarlegu í nettup Svøríki – hevur tað verið metið. Hon hevur fyrr í ár aftur veri omanfyri 41 metur, men nú til VU eydnaðist at sleppa útum 42 metur á fyrsta sinni. Væl útum, tí við 42,89m sum er heili 106 cm meira enn hon fyrr hevur kastað, so er hetta ein rættuliga stór framgongd.
Maria Biskopst rann ein góðan 400m, og tíðin 59,48 er bert gott kvart sekund frá metinum sum Rebekka Fuglø eigur. Hetta var persónligt met og eisini ein betran av bólkametinum fyri gentir17. Tíðin rakk til eitt 13. pláss av teimum 58 gentunum sum kappaðust á 400m.
Eiri Glerfoss gjørdi aftur um seg annan kappingardagin, hesaferð á 80m teininum. Næstan 80 dreingir stillaðu upp í hesari grein. Við tíðini 9,91 vann Eiri sítt heat og slapp í finaluna. Har bleiv hann nr. 9 av teimum 18 14 ára gomlu sum sloppu víðari. Bólkametið var frammanundan 10,47.
Tórur Mortensen var ógvuliga tætt uppá føroyska metið í 100m hjá monnum; einans 0,02sek frá teimum 11,27 sum Heini Hátún rann í 2003. Tað er nokk bara ein spurningur um tíð áðrenn tað fellur, tí Tórur føldi ikki at hann fekk góðan start og helt ikki hann kom ordiliga uppi tí ferðina sum hann heldur seg hava beinini til, hetta partvís av einum avskotnum starti frammanundan, har hann netupp slapp sera skjótt úr blokkinum.