Sunnudagurin er 3. og seinasti kappingardagurin í VU Spelen kappingini. Hetta er ein langur dagur um ein skal fáa alt við. Íðkararnir eru stóran part av tíðini á stadion og hyggja eftir hvørjum øðrum, men alt fáa teir ikki við. Part av tíðini eigur man eisini at hvíla og fyrireika seg til kapping. Fyrsti føroyingurin skuldi í eldin kl. 8.30 og tann seinasti starturin var kl. 20.15. Úrslitini sunnudagin:
P14 Häck 80m | Eiri Jógvansson | Glerfoss | 12,20 |
F12 Längd | Hennie Maria | Samuelsen | 3,66 |
P16 Tresteg | Miso | Buha | 12,53 |
P14 300m | Eiri Jógvansson | Glerfoss | 39,50 |
P14 300m | Jónas | Isaksen | 40,05 |
K Tresteg | Margit W. |
Fríðmundsdóttir | 10,58 |
P16 200m | Miso | Buha | 24,30 |
F17 200m | Maria | Biskopstö | 26,93 |
F19 200m | Teresa | Bláhamar | 28,38 |
F19 200m | Oddvör | Josephsen | 27,59 |
F19 200m | Elisabeth H | Simonsen | 26,60 |
K 200m | Alda S. | Lamhauge | 26,96 |
K 200m | Margit W. |
Fríðmundsdóttir | 26,95 |
M 200m | Tórur | Mortensen | 22,43 |
F12 200m | Hennie Maria | Samuelsen | 33,20 |
Enn eitt føroyskt met, tvs. tað fjórða til hesa kappingina, og hesaferð var tað Tórur Mortensen sum skar 48 hundrandapartar av 200m tíðini hjá sær sjálvum.
Hetta var eisini dagurin har 4 føroyskar kvinnur runnu 200m við tíðum undir 27 sek, púra óhugsandi fyri fáum árum síðani. Av teimum var Elisabeth skjótast, men enn eigur Margit tó metið sum er 26,57.