Home Lop Øssur tvey silvurmerki og tvey føroysk met!

Øssur tvey silvurmerki og tvey føroysk met!

by Hallur Holm

Hóast tað gekk so framúr væl við øllum tí frælsa ítróttinum á Bermuda, so spurdust kortini “bert” tvey føroysk met burturúr. Og í báðum førum var tað multi-atleturin Øssur Debes Eiriksfoss, sum var meistarin. Fyrru ferðina, tá hann vann silvur í hæddarlopi við 2,01 m og betraði sítt egna met við einum sentimetri. Og so aftur seinasta kvøldið á oyggjaleikunum, tá kappingin í trístøkk var á skránni.


1. royndin hjá Øssuri var kontrollerað

Sjey mans høvdu teknað luttøku, men tveimum teirra barst frá, soleiðis at bert fimm vóru eftir. Men sum í øllum  hinum kappingunum, har fáir luttakarar vóru, ja, so vóru hetta eisini sera sterkir luttakarar. Tveir teirra vóru navnframu Morgan-tvíburðarnir, sum vunnu gull og silvur í longdarlopskappingini við 7,46 m og 7,45 m. Vanliga eru teir eisini sera stinnir í trístøkki, so útlitini fyri at røkka gull- ella silvurplássinum vóru smá. So var ein +14-metur-maður av Bermuda og tann seinasti var eins og Øssur ein fimleikari, sum eisini hevði vunnið fleiri gullheiðursmerki.


Øssur roynir at taka hvønn einasta sentimetur hann kann fáa fatur á.

Eftir eina sera harða viku hjá Øssuri, var nokk heldur ikki væntandi, at hann fór at gera tær heilt stóru skreytirnar, tí sannlíkt skuldi nýtt føroyskt met røkkast, skuldi hann gera sær minstu vónir um heiðursmerki. Í fyrsta umfari valdi Øssur at leypa trygt. Við 13,64 m legði hann seg á 3. pláss eftir eina Morgan-bróðurin við 15,37 m og Bermuda-mannin við 13,89 m. Øssur meinti, at hetta lopið gekk væl, og avgjørdi at satsa nógv í øðrum lopi. Hetta gekk ikki minni væl. Allar fasurnar av lopinum eydnaðust. Atrenningin, avsetti, ikki ov langt fyrsta lop, ferð á næsta lopið og hædd á triðja lopið. Úrslitið gjørdist eitt greitt føroyskt met og eitt fyribils silvurpláss í kappingini. Lopið var mált til 14,34 metrar, sum er heilar 38 sentimetrar longri enn gamla metið, sum Øssur sjálvur átti.


Øssur undir liðini á Morgan-tvíburunum – men á úrslitalistanum er hann í millum teir!

Hetta var sera kærkomið, tí at báðir tveir, sum Øssur lá og kappaðist við, smugu sær út um 14 metrar. Men á ongum sinni komu teir út aftur á longdina hjá Øssuri, sum harvið hevði tryggjað sær eitt óvæntað, men sera flott silvurmerki. Vinnandi lopið gjørdist tað fyrsta í allari kappingini, tá Morgan leyp 15,37 m.

Jorma Jaaskaelainen, Álendskur lopvenjari og trístøkkvinnari frá oyl í Føroyum 1989, var púra ovfarin av Øssuri. Hann veit væl at Øssur í størstan mun venur fimleik, og at trístøkk-venjingin hjá honum er lítil. Hann meinti at Øssur við satsing uppá lop, kann koma sera langt. Man kann væl siga, at Øssur longu er komin langt innan frælsan ítrótt. Við hæddarlopinum á 2,01 er hann nr. 4 á danska styrkislistanum og í trístøkki er hann nú nummar 6.

0 comment
0

Related Articles