Home Lop Tórur Mortensen bólkamet í longdarlopi

Tórur Mortensen bólkamet í longdarlopi

by Hallur Holm

Mánadagin skipaði Hvirlan fyri kapping í longdarlopi. Veðrið skikkaði sær óvanliga væl hendan dagin, og tí var eyka spenningur í luftini. Næstan stilli, men kortini nøkur smá vindbløk, sum í einstøkum førum pressaðu vindmátaran upp um teir loyvdu tveir metrarnar um sekundi. Seks leyparar kappaðust. Leyparar er kanska nakað nógv sagt, tí tveir teirra hava næstan ikki luttikið í lopkappingum fyrr. Men teir báðir kastararnir Hanus Bergsson og Hallur Simonsen vístu, at teir ikki bara klára at kasta langt. Báðir komu teir yvir fimm metrar, og Hanus kom í sínum fyrsta lopi út á 5,51 metrar.

Men tað var kanska serliga Trygva Laksafoss og Tóri Mortensen man hevði eyguni eftir. Hetta er kappingargrein teir báðir hava vant miðvíst í fleiri ár, og venjingin hjá teimum hevur gingið stak væl í seinastuni. Tíverri fekk Trygvi bara tvey lop hendan dagin. Hetta tí at hann í øðrum lopi lendi so óheppið, at hann fekk ein lítlan skaða, og valdi at gevast. Hetta lopið var rættiliga langt, 6,01 metrar. (+2,2) Sera harmiligt, tí vantandi hevur hann væl meira í sær. Men tað má so bíða. Hjá Tóri gekk sera væl við longdini, men  minni væl við plankanum. Fýra tey fyrstu lopini vóru heilt long, men yvirtraðkað. Men í fimtu atløgu passaði betur, og Tórur fekk skrásett 5,71 metrar, sum er tveir sentimetrar longur enn nú gamla bókametið fyri dreingir 16 ár, sum Trygvi Laksafoss setti í 2010.

Elias Thorsteinsson og Dánjal Dahl Ljósheim lupu eisini, og báðir høvdu góð lop og komu út um fýra metrar.

www.hvirlan.fo skrivar um hesa kappingina og hevur øll úrslitini á hesi slóðini: http://www.hvirlan.fo/lang-lop-a-torsbreyt-2/


Hesuferð var yvirtraðk, men Tórur setti kortini bókamet hjá dreingjum 16 ár.

0 comment
0

Related Articles