Home Lop Við Tóri á túri

Við Tóri á túri

by Hallur Holm

Teir báðir Heri Ziska og Tórur Mortensen hava verið manga ítróttarferðina saman uttanlands. Fyrstu túrarnir vóru í Reykjavík til Stórmót IR og til venjingarlegurnar í Vaxsjø. Síðani eisini til VU-Spelen og DM Ung. Eftir at Tórur í 2015 bleiv partur av Úrval, eru ferðirnar blivnar enn fleiri. DM fyri vaksin, NM U20 og venjingarlega í Spania.

Hallur Simonsen Heri Ziska
Heri Ziska gjørdi Hall Simonsen til Føroya besta klingrukastara, og mátti sjálvur niður av trúnuni. Nú hevur hann gjørt Tór Mortensen til ein av allarbestu ungdómstrístøkkarum í norðurlondum.

Framgongdin hesa tíðina hevur verið einastandandi góð, og nú er Tórur tikin upp í úrvalsbólkin hjá Dansk Atletikforbund. Í hesum bólkinum eru tey, sum hava møguleika at sleppa við til EM, HM og aðrar spennandi altjóða kappingar. Ein av hesum kappingum er EM fyri U20 komandi summar. Sleppur Tórur við, verður hann fyrsti føroyingur, sum er við í einari EM kapping. (og tá taka vit ikki veteranar við 😉 )

Hetta vikuskiftið er teir til felagsvenjingar í Aalborg, saman við øllum danska úrvalsbólkinum og venjarum teirra. Hesar venjingarsamlingar verða afturvendandi alt árið. Tað er tó eitt sindur tvørligt hjá føroyingum at ferðast so langa leið til venjing, so roknast kann við, at Heri og Tórur í samráð við DAF fara at velja nakrar ávísar venjingarlegur burturúr.

Tórur dmu 2015
Tórur hevur vunnið bæði FM- DM- og NM-heiðursmerki í 2016. Her hevur hann vunnið gull til DM Ung í fjør. 

Fyri trístøkk hevur European Athletics sett sum minstakrav, at leypast skal 14,90 metrar. Við 15,03 metrum til DM í september, hevur Tórur longu klárað hetta kravið. Men Dansk Atletikforbund setir eisini síni krøv, og ofta eru krøvini harðari enn hjá EA. So er eisini í hesum førinum. Ein “heilan hálvan” metur krevur DAF meira enn EA, og tí verður EM-kravið hjá Tóri 15,40 metrar.  Tað er kortini “bara” 37 sentimetrar longur enn Tórur longu hevur lopið, so við einum góðum vetri til venjingar, væntar venjarin Heri Ziska, at tað eigur at vera møguligt at klára hetta. Danski landsliðsvenjarin dugir eisini at síggja, at Tórur kann gerast ein enn betri leypari.

Úrvalsvenjingarnar hjá DAF eru ikki bara fyri íðkararnar, men eisini fyri venjararnar hjá íðkarunum. Hetta ger, at DAF og hvør einstakur venjari í felag kunnu leggja bæði venjingarætlanir og ætlanir fyri alt kappingarárið.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Kølle 09.10.16 - 14:56

Helt utroligt spændende med den positive udvikling af både træner og udøvere.

Comments are closed.