[singlepic=4230,320,178,,]
Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum setti nýtt føroyskt met á 10 km teininum í Várkappingini í Runavík í gjár. Bjørk rann teir 10 kilometrarnar uppá 38,57 min. Gamla metið átti Sunnuvá Bjarnastein. Hon rann 39,51 min. í somu kapping 27. mars í 1999.
18 luttakarar vóru í kappingini, har tey vaksnu runnu 10 km og børnini 5 km. Umstøðurnar at renna vóru sum heild góðar. Tað var turt, men eitt kalt lot í støðum á rutuni.
Várkappingin var samstundis seinasta umfar av Vetrarkappingini í renning.
Bjørk Herup Olsen vann kappingina hjá kvinnum frammanfyri Fríðunn Steinberg og Karin Kirke Petersen úr Treystinum. Bjørk og Fríðunn gjørdust eisini nummar eitt og tvey í samlaðu kappingini.
Bjørk vann eisini bólkin hjá kvinnuunglingum, meðan Jan Elmar Sørensen úr Treysti vann bólkin hjá mansunglingum.
Hjá monnum vann Guttorm Sørensen úr Treysti við 33,55 min. frammanfyri Andrias Hansen úr Bragdinum og Borgar Biskopstø úr Treysti. Hesir tríggir gjørdust eisini nummar 1, 2 og 3 í samanløgdu vetrarkappingini.
Borgar Biskopstø úr Treysti vann veteranbólkin við tíðini 36,14 frammanfyri Pól Sundskarð úr Treysti og Regin Jóanesarson úr Bragdinum. Borgar og Regin gjørdust nummar eitt og tvey í samanløgdu kappingini.
Kappingina hjá gentum vann Rannvá Djurholm úr Bragdinum við tíðini 20,16 min, frammanfyri Rebekku Fuglø og Moniku Biskopstø úr Treysti. Rebekka vann samlaðu kappingina frammanfyri Bjørk Reynagarð Svabo úr Frælsi.
Hjá dreingjunum gjørdist Regin Joensen fyrstur á mál við tíðini 20,51. Nummar tvey bleiv Johannes Kristensen. Teir renna báðir fyri Bragdið. Teir gjørdust eisini nummar eitt og tvey í vetrarkappingini.
Úrslitini frá kappingini í gjár eru at finna her (pdf). Og samlaða støðan í Vetrarkappingini 2007-08 er her (pdf).
Birita Hansen og Pauli Djurholm tóku eina rúgvu av myndum av tiltakinum. Tær eru at síggja í myndasavninum.
4 comments
Virkuliga flott av Bjørk. Stuttligt at síggja, at hon bara verður betri og betri. Koyr á!
Men hvussu er við metinum? Er ikki Joan Bláfoss føroysk? Hon rann eina ótrúliga tíð upp á 35:33 til dm 10km í Århus:
http://www.dansk-atletik.dk/index.php?option=com_content&task=view&id=5453&Itemid=47
Vinarliga
Signar
hví stendur onki um kvinnu og mannsunglingar ?
Hey Signar
Hatta hevði verið eitt fantastiskt met hjá Joan, men seinastu upplýsingarnir niðri frá eru, at rutan var 50 m ov stutt. Tí kunnu tíðirnar ikki góðkennast sum met – ótrúliga spell.
http://www.dansk-atletik.dk/index.php?option=com_content&task=view&id=5463&Itemid=47
Vinarliga
Sølvi
Er tað betur nú, Jan Elmar?
Comments are closed.