Home Met Bjørk undir 37 minuttir á 10.000 metrum!

Bjørk undir 37 minuttir á 10.000 metrum!

by Hallur Holm

Seinasta vikuskiftið setti Bjørk Herup Olsen enn eitt føroyskt met. Hóast ein góð vika er farin síðani, verður hetta ikki gloymt á athletics.fo.

Kappingin fór fram í høvuðsstaðnum í North Carolina, sum eitur Raleigh. Tað sermerkta við hesi kappingini var at heilar 48 kvinnur stóðu klárar til startin og tey 25 umførini kring breytina. So har má hava verið ein øgilig rokan og troðkan serliga tey fyrstu umførini. Bjørk, sum hevur verið í heilt góðum formi í seinastuni, hevði sett sær sum mál, at koma niður móti 36 minuttum, sum als ikki átti at verið ómøguligt.

Tað gekk eisini frálíka væl fyrru helvtina, sum hon lættliga legði afturum uppá umleið 18.10 min. Men so fekk hon trupulleikar við tjúkkunum. Undan kappingini ivaðist Bjørk um hon skuldi renna í píkaskóm ella vanligum kappingarskóm. Hon valdi píkaskógvarnar, sum ikki hava hæl, og tí strekkja nógv meira í tjúkkarnar og hælssinurnar. So ferðin varð sett eitt sindur niður seinnu helvtina, men Bjørk kom kortini á mál við nýggjum føroyskum meti, sum nú er 36.58,27 min. Samanlagt gjørdist Bjørk nummar 19 av teimum 48 rennarunum. Í hølunum á henni á 20. plássi kom Stefanie Fresenius, sum hevur kamar saman við Bjørk, og sum var í Føroyum seinasta summar, og var við í Ólavssøkurenningini, har hon bleiv nummar tvey.

Hóast Bjørk í hesi renningini tók yvir 40 sekund av sínum egna meti frá oyggjaleikunum á Isle of Wight, har hon vann silvur, er lítið at ivast í, at tað bara er ein spurningur um tíð, áðrenn hon betrar hetta metið enn einaferð. Havandi í huga, at hon í 10 km landavegsrenning hevur verið heilt niðri á 36.18 min, so man ikki fara at ganga so long tíð, áðrenn hon eisini kemur undir 36 minuttir.


10.000 m á oyggjaleikunum – Bjørk fremst út á seinasta umfar og vann silvur. 

0 comment
0

Related Articles