Fyrri dagur av FM-Ung førdi heilt nógv góð úrslit við sær. Og í næstseinastu kapping á degnum fingu vit mín sann um endan á einum føroyskum meti eisini. Hetta var tá ungu Bragdargenturnar vunnu kappingina á 4×100 m boðrenning. Ein kapping, har vit enntá kundu havt tvey lið undir gamla føroyska metinum. Men tíverri gjørdist eina skiftið hjá Hvirluni so miseydnað, at tann møguleikin fór fyri skeytið. Nýggja mettíðin er 53,00 sekund.
FMU-vinnararnir úr Bragdinum millum tvey Hvirlulið.
Stundir blivu ikki til at gera øll úrslitini upp í dag. Vit fara at royna at fáa øll úrslitini kunngjørd her á síðuni seint sunnukvøldið.
Kappingarnar halda annars fram sunnudagin frá 13.00 til 17.00. Byrjað verður tó við skrúðgongu kl. 12.30.
1 comment
Og tær sum runnu vóru: Hildur Poulsen, Katarina Høj, Karin Holm Simonsen og Margit W. Fríðmundsdóttir 🙂
Comments are closed.