Home Met Joan Bláfoss silvur í DM 10 km!

Joan Bláfoss silvur í DM 10 km!

by Hallur Holm

Tað er ikki ofta, at triatleturin Joan Bláfoss er við til rennikappingar. Men tá tað hendir, ræður um at hava eygu og oyru opin, tí hvørjaferð borgar hon fyri einastandandi úrslitum. Sunnudagin var DM í 10 kilometra landavegsrenning á skránni, og okkara besti kvinnuligi langteinarennari nakrantíð stóð á startlinjuni.

Stóri favoritturin at vinna henda dagin hevði meldað avboð, og tí var eitt sindur ivasamt, hvør mundi vera størsti favoritturin. Sambært Joan sjálvari, var hennara stríðsætlan at liggja eitt sindur aftanfyri tær fremstu, og bíða eitt sindur. Men tá kappingin var komin í gongd, gekk bert ein heilt lítil løta, so lá Joan fremst. Tí sum Joan sambært heimasíðu sínari www.joanblafoss.dk sigur, var hennara fremsta mál at renna eina góða tíð, heldur enn at hugsa um gyltan heiður.

Og væl lá fyri. Tað var skjótt, at bert Elisabeth May, sum eisini er triatletur og legendariska 50 ára gamla Gitte Karlshøj, megnaðu at fylgja henni. Eftir 5-6 kilometrar fall eisini Gitte frá, og nú lá Elisabeth einsamøll í rygginum á Joan og neit væl av góðu ferðini.

Tá 2-3 kilometrar vóru eftir, rykti Elisabeth frá Joan., sum royndi at svara aftur. Men har kom eitt hol ímillum tær uppá eini 5 sekund, sum Joan ongantíð megnaði at renna innaftur. Tá tær komu á mál vóru 4 sekund fram til gullið, men Joan eigur at vera sera væl nøgd við hesa kappingina. Umframt DM-silvur rann hon seg eisini til nýtt føroyskt met. Tíðin hjá Joan gjørdist 35.32 min!!

Við hesum, ja nú mundi eg sagt sigrinum, hevur Joan gjørt eitt av allarstørstu brøgdum innan unga frælsa ítróttin í Føroyum. Ja, hetta úrslitið kann væl og virðiliga samanberast við DM-gullið innandura hjá Ása Mikkelsen í longdarlopi, DM-silvurið hjá Marna Joensen í 3000 m forðarenning og internationala sigurin hjá Bjørk á 1500 m í Reykjavík International.

Fyri okkum sum vara av frælsa ítróttinum í Føroyum, er tað harmiligt, at vit ikki eiga Joan sum rennara burturav, men hinvegin eiga allir føroyingar bara at fegnast um at eiga eina so stóra ítróttarpersónligheit, sum er á absoluttum toppstøði internationalt.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Hallur Holm 29.03.10 - 19:52

Gloymdi at viðmerkja, at eisini hin stinni føroyski triatleturin í Danmark, Karina Ottosen, eisini var við í kappingini. Eisini hon fekk eitt megnarúrslit. Hennar tí gjørdist 39.01, og røkk til bronsuheiðursmerki í bólkinum 22-30 ár. Úttøkukravið hjá FÍF til 10 km hjá kvinnum er 40.07, so hetta úrlsitið hjá Karinu sigur ikki so lítið.

Eisini gloymdi eg at viðmerkja, at Joan gjørdist DM gull-vinnari í bólkinum 30-35 ár.

So tillukku, Karina og enn einaferð tillukku, Joan!

Comments are closed.