Home Met Marna met á evsta degi!

Marna met á evsta degi!

by Hallur Holm

Sólskinssøgurnar um langteinarenning hjá føroyskum kvinnum vilja ongan enda taka. 2014  hevur givið okkum kanónúrslit og føroysk met í bæði maraton og ½ maraton. Og á ársins seinasta degi fingu vit so aftur eitt føroyskt met á hálvum maraton, tá Marna Egholm í stórum stíli stórsigraði í Ånglamark hálvmarathon í Keypmannahavn. 5.000 rennarar vóru møttir upp á Østerbro, har kappingin varð hildin.

Marna var eitt sindur ivasom, um hon skuldi luttaka ella ikki. Vegna krím varð avgerðin ikki tikin fyrr enn kvøldið fyri meðan hon rann ein róligan joggingtúr. Klokkan hálvgum tíggju var startskotið, og tá hevði Marna longu avgjørt, at hon skuldi fara eftir føroyska metinum hjá Valborg Heinesen. Fyrsta av teimum fýra umførunum í Fælledparkini varð runnið sera hart. Á øðrum umfari valdi Marna at seta ferðina eitt sindur niður aftur og halda seg til ætlanina at renna beint um 1.21. Marna rann væl og kendi seg sera sterka. Longu tá 13 kilometrar vóru runnir, kendi hon á sær, at tað skuldi eydnast at halda allan vegin heim.

Og so var eisini. Endaliga tíðin hjá Marnu gjørdist 1.20.57 tímar. Hetta var 22 sekund skjótari enn metið, sum Valborg Heinesen setti til HM í Keymannahavn í vár. Tíðin var so mikið góð eisini, at Marna vann ein trivaligan stórsigur í hesi stóru kappingini. Nýggja føroyska metið gav henni sigurin meira enn tveir minuttir frammanfyri liðfelagan úr Sparta, Michelle Poulsen, sum eisini er kendur rennari í Danmark.

Longu fjórða januar rennur Marna aftur. Tá verður kapping á 10 km. Eitt av stóru málunum fyri várið 2014 er Berlin ½ marathon í mars. Tá verða møguliga eisini hinar báðar langteinastjørnurnar hjá okkum við – Valborg Heinesen og Bjørk Herup Olsen. Og tá man føroyska metið i hálvum maraton enn einaferð standa fyri skotum.

FÍF ynskri Marnu hjartaliga tillukku við hennara fyrsta føroyska meti!

marna
Marna rennur VK3 á Argjum

 

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Fríðrikur 01.01.15 - 19:47

Når enden er god er alting gott 🙂 Hjartaliga tillukku, og gott nýggjár til øll í rennifamiliuni 🙂

Comments are closed.