Rebekka enn eitt met á 800 metrum

Skrivað hevur

Rebekka Fuglø hevur nú í kvøld aftur sett met á 800 metrum. Gamla metið setti hon í oyl-finaluni í 2015 á Jersey, tá hon rann 2.12,77 min og vann silvur. Síðani tá hevur formurin hjá Rebekku fleiri ferðir bent á, at hon hevur kunnað runnið 2.10, men ongantíð hevur hetta eydnast.

Nærmast kom hon í fjør til VU-Spelen, men eitt ov skjótt fyrsta umfar kom at kosta móti endanum, og hon endaði 2/100 sekund frá metinum.

Nú á oyggjaleikunum á Gotlandi, vísti Rebekka aftur stórform, og hennara føroyska met varð ikki spátt at yvirliva. Men hóast Rebekka vann tryggan sigur í oyggjaleikafinaluni, var so mikið av taktikki við í spælinum, at metið yvirlivdi.

Men nú gekk ikki longur. Rebekka er farin niður at renna tvær kappingar – sonevndu “Baneturneringen” har tey bestu hittast til leikir at renna sterkar tíðir. Við í kappingini í kvøld á Østerbro Stadion vóru m.a. sterka Mia Helene Mørck, sum hevur runnið 2.05,77 og Louise Jørgensen (2.10,61)

Tað vóru hesar báðar, sum myndaðu kappingina í kvøld, við Rebekku hangandi í. Løgið nokk kendi Rebekka seg ikki so øgiliga sterka á degnum, og hevði eina løtu hug at dragna. Hon fekk tó brádliga nýggja megi, og rann seg upp aftur til tær báðar, og á seinastu metrunum rann hon frá Louise. Móti Mia Helene gjørdist tó einki.

Tíðin hjá Rebekku gjørdist framúr góð. Nýtt føroyskt met við meira enn tveimum sekundum. Og nýggja metið, sum er 2.10,72 min er úti við fýra sekund skjótari, enn tá hon vann gull á oyggjaleikunum.

800m handan
Gull, men ikki met á oyggjaleikunum. Men í dag skar Rebekka feitan bita av metinum

Ein tíma seinni royndi Rebekka seg eisini á 400 metrum. Hóast ein harðan 800 m í beinunum, megnaði hon kortini at renna teir 400 metrarnar uppá 60,49 sekund, sum bert er eitt stórt sekund frá hennara føroyska meti. (59,17)

Julian Gregersen er eisini niðri og rennur Baneturnering, og rann eisini í A-riðlinum í kvøld. Julian ætlar sær eisini eitt persónligt met á 800 metrum, og fyrstu 200 metrarnir vóru júst sum teir skuldu. Men so slakkaðu fremstu rennaranir nógv av fram til bjølluna, og tey sekundini hann misti har, vóru ómøgulig at taka aftur, hóast eitt rímiliga skjótt seinna umfar. Tíðin gjørdist 2.00,76 min.

Týskvøldið verður enn eitt umfar av Baneturneringen, tá kappast verður í Tårnby. Her fer Rebekka at gera eina roynd at taka sítt egna met á 1.500 metrum. Á oyggjaleikunum fekk Julian eina sera góða tíð á 1.500 metrum, sum verður tung at taka aftur longu nú í summar. Týskvøldið fer hann at gera eina roynd at fáa eina sterka tíð á 3.000 m.

FÍF ynskir Rebekku hjartaliga tillukku við føroyska metinum, samstundis sum vit ynskja teimum báðum bestu eydnu týskvøldið.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>