Home Met Rebekka met á Jatnatøkum

Rebekka met á Jatnatøkum

by Hallur Holm

Seinasta týsdag vóru árligu Jatnatøkini hjá Hvirluni avgreidd á Tórsbreyt, har kappast var á mílini og í 1.000 m boðrenning.

Mílin verður ikki runnin ofta í Føroyum, og tað er ikki langt burturi, at tað bert er komið fyri í sambandi við Jatnatøk. Helst er tað eisini orsøkin til, at føroysku metini á teininum ikki vóru so sterk, at tey ikki kundu takast.

Men tað er so broytt nú. Í øllum førum verður ikki eins lætt at taka míl-metið eina aðru ferð, tí Rebekka Fuglø skar níggju sekund av gamla metinum, og vann tryggan sigur á sínum liðfeløgum úr Treysti. Vit fingu ein spennandi spurt um 2. plássið, og bert 4/100 vóru á muni millum ungu Treystagenturnar. Úrslitið var hetta:

  1. 5.02,56 Rebekka Fuglø, Treysti
  2. 5.28,32 Maria Biskopstø, Treysti
  3. 5.28,36 Oddvør Josephsen, Treysti

Rebekka met Jatnatøk
Rebekka er farin undan teimum yngru, og stevnir beint móti nýggjum míl-meti. (mynd: Hvirlan)

Míl-metið hjá monnunum er heldur ikki so ræðandi, at Julian Gregersen hevði møguleika at taka tað. Men tað var bert á fyrsta umfarinum, at hann var á metkós. Julian rakti ikki dagin, men vann kortini rættiliga tryggan sigur. Úrslitið var hetta:

  1. 4.42,38, Julian Gregersen, Treysti
  2. 5.01,86 Dánjal Dahl Ljósheim, Hvirlan
  3. 5.04,88 Regin Thomsen, Roysnið
  4. 5.40,60 Hans Andrias Gregoriussen, Hvirlan
  5. 6.04,55 Guttorm Sørensen, Treysti

So varð kappast í 1.000 m boðrenning. Fyrsti rennari rennur 100 m, annar 200 m, triðji 300 m og fjórði rennari 400m.

Fýra lið vóru hjá kvinnum. Eitt frá Hvirluni, eitt frá Treysti, eitt úr Bragdinum og eitt blandað lið. Bert Hvirlan hevði lið hjá monnunum. Úrslitini gjørdust:

  1. Treysti, 2.28,77
  2. Bragdið, 2.37,68
  3. Bragdið/Hvirlan 2.41,26
  4. Hvirlan 2.44,65

 

  1. Hvirlan 2.17,88

Til skemtunnar varð eisini kappast í kasti við fartelefonum.

Lesið meira um Jatnatøk á heimasíðuni hjá Hvirluni á hesi slóðini

Hygg at øllum úrslitunum á hesi  slóðini

0 comment
0

Related Articles