Home Met Skjótar tíðir í Runavík

Skjótar tíðir í Runavík

by athletic

Seinasta umfar av Vetrarkappingini, Várkappingin í Runavík, varð merkt av skjótum tíðum.

Veðrið var av tí fagrasta, og tað sást aftur.

Unga Bjørk Herup Olsen setti nýtt føroyskt met á 5 km á vegi við tíðini 18,35 min.

Og Guttorm Sørensen rann 10 km uppá 33,15 min.

Vinnarar í dag gjørdust Bjørk Herup Olsen (5 km Gentur), Jan Elmar Sørensen (5 km Dreingir), Fríðunn Steinberg (10 km Kvinnur), Guttorm Sørensen (10 km Menn) og Jósvein Herup Olsen (10 km Menn Veteranar).

Allar tíðirnar frá tiltakinum eru her (pdf).

Vetrarkappingina vunnu Bjørk Herup Olsen (Gentur), Jan Elmar Sørensen (Dreingir), Susan Jacobsen (Kvinnur), Sam Vang (Menn) og Jósvein Herup Olsen (Menn Veteranar)

Samlaða støðan í Vetrarkappingini er her (pdf).

Myndir frá tiltakinum eru her.

0 comment
0

Related Articles