Valborg føroyskt met á 15 km

Skrivað hevur

Vit vóru nóg illa byrjað uppá februar, tá áttanda føroyska metið í 2014 kom í hús. Dagarnir í Reykjavík góvu okkum sjey nýggj føroysk innanduramet, og leygardagin fingu vit so eitt nýtt met í 15 km landavegsrenning. Hetta hendi, tá Valborg Heinesen í donsku vetrarkappingini í Aalborg leygardagin rann seg á eitt 8. pláss í kapping á 15 km.

Valborg hevur havt ein lítlan sjálvvaldan støðg í venjingini um ársskiftið, og er nú við at byggja formin upp aftur. Renningin leygardagin skuldi bert takast sum ein góð venjing. Men hóast hetta, eydnaðist henni at skera ein heilan minutt av hennara egna meti, sum hon setti í kapping í Stetin, Pólandi, fyri einum ári síðani. Vindur var leygardagin, og eisini vóru brekkur á renniteininum. Kortini eydnaðist Valborg at koma niður á nýggju mettíðina 58.43 min, sum svarar til eina miðalferð á 3.55 pr km.

Næsta umfar í donsku Vetrarkappingini verður DM á 10 km. Hetta verður runnið á Eysturbrúgv í Keypmannahavn sunnudagin 9. mars, og tá verður Valborg eisini millum luttakararnar.


Valborg hitar upp til oyl-finaluna á 10.000 m á Bermuda – næstu ferð verður tað DM 10 km

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*