Home BETRI Vetrarkappingin Betri VK-2: Bjarki vann sína fyrstu rennikapping

Betri VK-2: Bjarki vann sína fyrstu rennikapping

by Guttorm Sørensen

Bjarki Johannessen úr Roysnið vann í gjár sína fyrstu rennikapping, tá hann kom fyrstur um málstrikuna í Betri VK-2, sum bleiv avgreitt uppi við Kerjar í gjár har Hvirlan skipaði fyri. Teinurin er umleið 10,5 km og verður runnin á bæði grúsgøtum og asfalti og við nógvum brekkum. Líkindini at renna vóru avbera góð og bert eitt lítið lot. Útivið 60 rennarar vóru við.


Startur við Kerjar leygarmorgunin

Tá fyrsta umfar bleiv runnið Runt Agnið fyri trimum vikum síðani, gjørdist Bjarki nummar tvey beint aftanfyri Tummas N. Arge, sum ikki luttók hesuferð. Tí var Bjarki undan kappingini ein av favorittunum, og tað livdi hann upp til og vann tryggan sigur frammanfyri veteranin Hall Holm úr Bragdinum og mansunglingin Inga Johannessen úr Roysninum, sum fyri fyrstu ferð kom á pallin í opna bólkinum í vetrarkapping. Andrass Joensen vann superveteranbólkin, meðan Jens R. Weihe vann ultraveteranbólkin.


Fremstir i opna bólkinum f.v.: Hallur Holm, Bjarki Johannessen og Ingi Johannessen (mynd: Roysnið)

Rebekka Fuglø vann í opna bólkinum hjá kvinnunum frammanfyri kvinnuunglingin Mariu Biskopstø og veteranin Rigmor N. Arge.  Ella Áarstein vann superveteranbólkin, meðan Jóngerð H. Høgnesen vann ultraveteranbólkin.

Øll úrslitini eru at finna á leinkjuni niðanfyri:

28.11.20 VK2 Kerjar | Race resultater | Webscorer

Nakrar myndir, sum Gutti tók við málið, eru at finna her: Myndir Betri VK-2 Kerjar 2020

Næsta umfar í Betri vetrarkappingini verður í Kollafirði leygardagin 5. desember kl. 11.00 og har verður tað Bragdið sum fyriskipar. Vaksin renna ca. 10 km og børn ca. 3 km. Byrja verður við skúlan í Kollafirði.

 

0 comment
0

Related Articles