Home Myndir FM Ung – úrslit og myndir

FM Ung – úrslit og myndir

by Hallur Holm

10. og 11. september var FM Ung hildið á Tórsbreyt. Veðrið var milt sagt sera ivasamt. Leygarmorgunin vóru fólk vakt av stormi sum ruskaði í húsini. Men hetta var ein ódn, sum hastaði framvið okkum, og út á dagin skuldi hann minka vindin heilt fitt. So kappingin varð útsett tveir tímar. Tað var tó nógvur vindur meðan kappingarnar fóru fram. Leygardagin vórðu ongar spurtkappingarnar góðkendar og klingrukappingin mátti útsetast til sunnudagin.

Foreldur, dómarar og hjálparfólk skulu hava eina stóra tøkk fyri at tiltakið bleiv ávirkað sum minst. Sunnudagin var eisini fitt av vindi, men her var tó til tíðir hampuliga stilt millum hvirlurnar, og onkrar spurttíðir blivu góðkendar. M.a. 100 meturin hjá Elisabet Holm Simonsen, sum endaði væl undir føroyska metinum.

Her kemur ein lítil myndarøð við einastandandi góðu myndunum hjá Bjørg Svabo. Niðast er ein pdf-fíla við øllum úrslitunum.

Skrúðgonga
Sum siður er, varð skrúðgonga undan kappingunum sunnudagin

Sølvi røður
Fyrrverandi formaður og ein av stovnarum FÍF’s, Sølvi Reinert Hansen, helt røðu. Hann hugleiddi serliga um sínar ungu dagar og fyrstu oyggjaleikir í 1991.

Hans Erland longd Helena klingra
Fleiri av teimum ungu vístu heilt góðan teknikk. Hóast lítil og lættur, er Hans Erland langt síðani farin út um fimm metrar. Helena Svabo Ziska gongur í faðirs fótafetum, og er við at blíva ein av teimum heilt góðu klingrukastarunum.

Jónas & Eiri Guðrið K. Petersen kúla
Tveir teir argastu kamphanarnir, Eiri og Jónas, í enn einari knallharðari kapping. Guðrið er 100 % hugsavnað um sína uppgávu og tekur seg alsamt fram.

FM vann á DM Oda handar
Støðið er høgt til FM Ung. Óluva er nýkosin danmarkarmeistari í spjótkasti, men til FM mátti hon taka til takkar við silvur. Sunniva Bogadóttir vann FM-gullið og Lydia Simonsen bronsu. Oda Wilhelmsdóttir Andreasen frá Tryggingarfelagnum Føroyar handaði nøkur sett av heiðursmerkjum. Tryggingarfelagið Føroyar er høvuðsstuðul hjá FÍF.

Dánjal Dahl Ljósheim 2 Bragdarspírar
Dánjal Dahl Ljósheim manglaði mótstøðumenn at kappast við. Ístaðin valdi hann at kappast við allar kappingargreinarnar og stóð seg væl í øllum. Hann tekur seg stórliga fram, og er tað serliga í mið- og langteinarenningini. Teir yngstu Bragdarspírarnir fegnast um heiðursmerkini í 4×200 m boðrenningini

Treysti Boðrenning
Treystahópurin er tódnaður nakað, men hann er enn krútsterkur. Í yngru bólkunum vóru tey í Roysninum sera eyðsýnd og vunnu flest heiðursmerki. Tó máttu tey lúta móti einum styrktum Bragdarliðið í blandaðu boðrenningini. 

Bragdið 12-13 ár Longdarlopsmerki
Bragdið hevur stóran bólk í 12-13 ára aldrinum, og mannaði fýra lið í boðrenningini. Í longdarlopi verður einki latið tilvildini. Neyv merki verða sett, har renningarlopið byrjar. 

Elisabet 100 m met
Tað gjørdist eitt sensationelt úrslit hjá Elisabet Holm Simonsen á 100 m. 13,08 sekund segði tíðtøkutólið, og vindmátarin segðið +1,9. Alda S. Lamhauge tók hetta metið 14 dagar frammanundan. Metið, sum annars var tað elsta yvirhøvur heilt afturi frá 1994.

FMung2016breytPDFurslit

Eitt hav av myndum frá FM Ung er í myndasavninum hjá Hvirluni. Sí www.hvirlan.fo

 

 

0 comment
0

Related Articles