Home Myndir Gutti, Borgar og Rebekka føroyameistarar í Cross renning

Gutti, Borgar og Rebekka føroyameistarar í Cross renning

by Sølvi Reinert Hansen

Fyrrapartin var skipað fyri 6. árligu FM-kappingini í Cross-renning. Eins og hini árini varð runnið á tí sonevnda “Stovugólvinum” á høvdini omanfyri grasvøllin á Svangaskarði.

[singlepic id=5432 w=400 h=300 float=]
Bert 5 luttakarar vóru í kappingini – hetta kemst ivaleyst av nógva kavanum, ið hevur ligið seinastu dagarnar. Hóast tað var nakað trupult at koma til Stovugólvið vegna kava, og rutan mátti broytast nakað fyri at sleppa undan størstu skalvunum, fingu tey 5 ein fínan túr í dýrdarveðrinum.

[singlepic id=5448 w=400 h=300 float=]
Rebekka Fuglø var einsamallur luttakarari í bólkinum fyri kvinnuunglingar og vann sostatt. Guttorm Sørensen vann opna bólkin, frammanfyri sonin, Jan Elmar, og Borgar Biskopstø. Borgar var eisini einasti veteranur og vann tann bólkin eisini. Allir heiðursmerkjavinnararnir runnu fyri Treysti.

Úrslitini frá kappingini eru her

[nggallery id=71]

0 comment
0

Related Articles