Home Myndir Gutti og Sam skjótir í Runavík

Gutti og Sam skjótir í Runavík

by athletic

Í gjárkvøldið varð skipað fyri FM í 10 km renning á vegi. Kappingin var í Runavík á somu skjótu rutuni, ið verður nýtt til Várkappingina.

Einans 17 luttakarar vóru, 4 kvinnur og 13 menn. Men tey, ið luttóku, fingu eina fína kapping. Veðrið var gott, hóast nakað av mótvindi var inn eftir Gulasteinsvegi framvið keiøkinum.

Gutti og Sam koma á mál
Hjá monnum vann Guttorm Sørensen, hóast hann og Sam Vang fylgdust allan vegin. Guttorm hevði tíðina 32,49 min., og er hetta skjótasta tíðin, hann hevur runnið á hesi rutuni. Hann hevur tó runnið teinin so skjótt sum 31,55 min á rennibreyt. Sam Vang gjørdist nummar tvey við tíðini 32,52 min., sum er persónligt met hjá honum. Nummar trý gjørdist Sigurð B. Justinussen við tíðini 35,50 min.

Bjørk
Bjørk Herup Olsen vann kappingina hjá kvinnum við tíðini 43,12 min. frammanfyri Fríðunn Steinberg, ið hevði 46,46 min.

Absalon
Hjá veteranunum fylgdust Jósvein Herup Olsen og Absalon Hansen heilt til seinasta umfar. Tá fór Absalon frá Jósvein og gjørdist tískil føroyameistari hjá veteranum. Absalon hevði tíðina 38,29 min., og Jósvein hevði 38,43 min. Nummar trý gjørdist Jógvan Olsen við 43,46 min.

Úrslitini eru her (pdf). Og myndir frá tiltakinum eru í myndasavninum.

0 comment
0

Related Articles