Home Myndir KalsoyarRenning 2007: Ein fantastiskur rennitúrur

KalsoyarRenning 2007: Ein fantastiskur rennitúrur

by Hallur Holm

KalsoyarRenning 2007
– Ein fantastiskur rennitúrur, tað var niðurlagið hjá luttakarunum eftir rennitúrin, sum Treysti skipaði fyri í Kalsoynni


Byrjað bleiv við bummin á ferjuleguni á Syðradali

Endiliga upprann dagurin vit í Treystinum hava bíða eftir í spenningi. Dagurin tá fyrsta Kalsoyarrenningin skuldi verða. Teinurin av Syðradali til Trøllanes er umleið 16,5 kilometrar. Fýra tunnlar eru á vegnum. Teinurin til fyrsta tunnil er 7 km, og á teimum næstu 8 km eru 5,2 km í tunnli. Fyrsti tunnil er 1,1 km, næsti er 1,2 km, triðji er 0,7 km og meðan tann seinasti er 2,25 km. Allir tunnlarnir hava mótbrekku norðureftir. Tann fyrsti hevur mest mótbrekku, meðan mótbrekkan blívur minni longur norður ein kemur.  

Veðurmennirnir høvdu boða frá allarfagrasta veðri. Yvir 20 luttakarar í øllum aldri ymsastaðni úr landinum høvdu boða frá luttøku. Nakrir av teimum høvdu ongantíð verið í Kalsoynni áður, onkur hevði ongantíð runnið so langt, onkur hevði ongantíð runnið í tunnli. So hjá teimum allarflestu var tað ein serligur dagur. Klokkan tvey byrjaðu luttakararnir at møta við ferjuleguna í Klaksvík, har Sam lá. Tvørtur um fjørðin bleiv dúgliga tosað um hendan serliga rennitúrin, sum øll vóru so spent til. So tað var lagt upp til eina góða renniuppliving, og lat tað verða sagt beinanvegin, at tað bleiv so sanniliga eisini.

Veðrið var av tí allarbesta meðan runnið bleiv, og var tað eitt lítið lot undan allan vegin. Á Trøllanesi var flaggskrítt har luttakararnir komu á mál, og har var eisini fitt av fólki og tók ímóti, so har var bæði hugaligt og stuttligt at koma á mál. Teir skjótastu brúktu 1 tíma og 9 minuttir meðan tann seinasti brúkti 2 tímar og 15 minuttir, so samanumtikið gekk tað skjótt. Allir luttakarar komu norður til Trøllanes í øllum góðum.


Á málinum á Trøllanesi f.v.: Harry, Hansina, Rani, Armgarð, Regin, Hedvig, Bent Tommy, Erling, Hákun, Borgar, Flemming, Petur Dorian, Djóni, Sam, Ólavur, Jóan Karl, Bjørn, Pól, Tummas og Gutti.

Síðani fóru luttakararnir heim til Mikladals at vera við, tá í nýggi sparkivøllurin í Mikladali alment var tikin i brúk. Nakrir rennarar runnu frá vegnum millum tunnlarnar og oman til nýggja vøllin, og so eina heiðursrundu inni á vøllinum har hópin av fólki vóru samlaði. Klaksvíkar Hornorkestur, sum so ofta, setti sín dám á løtuna, nýkosnu føroyameistararnir í 1. deild hjá kvinnum í fótbólti úr KÍ vóru har, og har vóru eisini røður sum, Steinbjørn Jacobsen borgarstjóri, Rúni Heinesen (FSF), Gunnvá við Keldu (form. í Mentunarnevndini) og Markus í Norðnástovu hildu.

Í húsinum hjá Mikaldals Sóknar Fráhaldsfelag blivu øll so bjóðaði til kaffi og vaflur. Eftir eina góða løtu í hugnaligum práti, so vóru tað einir 10-12 luttakarar, sum vóru við til døgverðan, sum Treysti skipaði fyri í húsinum eisini. Har gekk prátið eisini væl, og eftir at allir vóru mettir og væl settir eftir ein góðan døgverðabita og ein góðan kaffimunn, so bleiv leiðin løgd heim til Syðradals har rennitúrurin byrjaði. Sam sigldi luttakararnar aftur til Klaksvikar, har allir fóru hvør sína leið heim til hús, eftir ein sera góðan og minniligan rennitúr í Kalsoynni.

Ein fantastiskur rennidagur var at enda komin – og eftir øllum at døma, so ætlar Treysti at skipa fyri einum tílíkum rennitúri aftur næsta ár.

Í myndasavninum hjá Frælsur Ítróttur Føroya, eru fleiri myndir frá rennitúrinum í Kalsoynni at finna her.

Kelda: www.treysti.fo

0 comment
0

Related Articles