Leygardagin skipaði Roysnið fyri tí árliga Nýggjárshálvmarathon kappingini í Eysturoynni. Runnið varð sum vant frá vegnum oman til Funningsfjørð og út á Toftir.
Hóast veðurforsøgnin var ring, vóru 19 rennarar møttir til hesa fyrstu kappingina í 2006.
Samanumtikið má sigast, at veðrið livdi upp til vánaligu forsøgnina. Tað var nógvur mótvindur allan vegin. Tó var turt.
Tey, ið fylgdust í smærri bólkum, fingu nakað av lívd, meðan hini, sum runnu einsamøll, fingu ein tungan túr út á Toftir.
Men tess størri varð frøðin um pannukakurnar frá Verner á Svangaskarði eftir kappingina.
Sigurð Justinussen úr Bragdinum vann kappingina hjá monnum við 1 tíma, 27 min. og 4 sek. Hjá kvinnunum vann Petra Gardar Neumann úr Treystinum við 1. tím., 51 min. og 26 sek. Og Pól Sundskarð út Treystinum vann kappingina hjá veteranunum við 1 tíma, 37 min. og 57 sek.
Úrslitini eru at finna her (pdf), og myndir frá tiltakinum eru her.