Home Myndir Úrslit frá VK-3 í Sørvági

Úrslit frá VK-3 í Sørvági

by Guttorm Sørensen

Í sera góðum líkindum bleiv 3. umfar í Vetrarkappingini avgreitt í Sørvági í dag. Undirtøkan var góð, og luttøku umleið 60 rennarar. Frælsi hevði syrgt soleiðis fyri, at nummarútflýggjan og skiftiumstøður vóru í Sørvágs Skúla, sum lá bert fáar metrar frá start og mál, sum var beint niðanfyri Sørvágs Kirkju. Runnið bleiv frá Kirkjuni út til Býggjar omanfyri bygdina, og so nakað eftir tunnilsvegnum har vent bleiv, og á veg heimaftur bleiv runnið gjøgnum Bø. Teinurin var umleið 9,5 kilometrar. Gentur og dreingir runnu umleið 1,5 km út at venda og heimaftur, tvs. umleið 3 km íalt. Tað er sera náttúruvakurt har runnið bleiv í dag.

Hjá teimum vaksnu vóru tað júst somu vinnarar, sum í 2. umfari í Havn. Hjá monnunum varð tað Marnar Djurhuus, sum vann við tíðini 35,13 min. Hesuferð frammanfyri Eirik Hansen, sum bleiv nummar tvey við 35,58 min. Veteranurin Borgar Biskopstø, bleiv eins og í Havn aftur nummar trý. Tíðin hjá honum varð 36,54 min.  Niels Poulsen og Hallur Holm komu á næstu plássunum.

Marnar vann samstundis í mansunglingabólkinum frammanfyri Rúna Seloy við 38,34 min. og Einar Gregersen við 39,18 min.

 
Marnar frammfyri Eirik síðstu metrarnar niðan úr Bø. Borgar er á triðjaplássi

Hjá kvinnunum vann Rebekka Fuglø við tíðini 42,55 min. frammanfyri Tørvør Østerø Vang við 44,20 min. og Ellu Áarstein við 45,02 min. Rebekka var einansti kvinnuunglingi og vann sostatt tann bólkin eisini.

 
Rebekka júst komin niðan úr Bø. Tørvør bleiv nummar tvey

Veteranbólkin vann Borgar frammanfyri Hall og Debes H. Christiansen. Ella vann frammanfyri Ann Thomsen og Karin K. Petersen.

 
Einar rennuur her frammanfyri Heina og Debes. Jens og Jóhan M. fylgdust, men Jóhan varð fyrr á mál

Jens R. Weihe vann superveteranbólkin við tíðini 40,08 min. Á næstu plássunum komu Jóannes Ortind og Eivin Jacobsen við ávikavist 46,13 min. og 53,12 min. Til stuttleika kann nevnast, at hesir tríggir starvast á sama arbeiðsplássi.

 
Starsfelagarnir fremstir í supervet.bólkinum Jóannes, Jens og Eivin. Raskar gentur: Oddvør, Sára og Rutt

Dreingjabólkin vann Teitur Bjarnastein við 10,36 min. frammanfyri Gunnar Sivertsen við 11,03 og Steingrím Hallsson við 11,58. Hjá gentunum varð talan um dagsins mest spennandi kapping, men móti málinum, varð tað aftur nú Sára Debesardóttir í vann í kapping við Oddvør Josephsen. Tíðin hjá Sáru varð 12,06 min. meðan tann hjá Oddvør bleiv 12,11 min. Rutt Gregersen bleiv nummar trý við 14,39 min.

 

Tað eru nýggj fólk, íð nú mynda leiðsluna í Frælsi, men tey skulu fáa rós fyri stak væl avgreidda kapping og fyriskipan annars. Eftir renningina var hugnaløta við heiðursmerkjahandan og kaffi/te í skúlanum.

Næsta umfar í Vetrarkappingini verður í Hoydølum í Havn leygardagin 2. februar í smb. við FM í Crossrenning. Tilmeldingin er longu klár her á síðuni.

Samlaða støðan eftir trý umfør, er við at blíva gjørd upp og hon verður løgd út í næstum.

Myndir frá renningini í dag, eru at finna í myndasavinum hjá Treysti, sum er at finna HER. Øll úrslitini eru at síggja niðanfyri.

 

Úrslit VK-3 í Sørvági 12. januar 2013 kl. 11.00
Menn opin -1996 – 9,5 km
1 35.13 Marnar Djurhuus 1995 Treysti 50
2 35.58 Eirikur Hansen 1980 Bragdið 47
3 36.54 Borgar Biskopstø 1962 Treysti 45
4 37.31 Niels Poulsen 1972 Bragdið 43
5 38.10 Hallur Holm 1967 Bragdið 41
6 38.34 Rúni Seloy 1994 Bragdið 40
7 38.46 Júst í Túni 1986 onki felag
8 38.56 Regin Thomsen 1976 Bragdið 39
9 38.58 Debes H. Christiansen 1966 Bragdið 38
10 39.02 Heini Gregersen 1964 Treysti 37
11 39.10 Uni Svabo Joensen 1969 Frælsi 36
12 39.18 Einar Gregersen 1995 Treysti 35
13 39.47 Jonhard Larsen 1966 Treysti 34
14 39.53 Jóhan M Jacobsen 1966 Treysti 33
15 40.08 Jens R. Weihe 1947 Frælsi 32
16 41.03 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið 31
17 41.39 Eirikkur Joensen 1967 Treysti 30
18 42.15 Marnar Pattinson 1970 Treysti 29
19 42.24 Egil Olsen 1963 Roysnið 28
20 44.25 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið 27
21 44.30 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið 26
22 44.48 Herluf Hansen 1973 Bragdið 25
23 44.54 Martin Sivertsen 1973 Treysti 24
24 45.36 Terje Hansen 1968 Treysti 23
25 45.49 Jan Matras 1966 Treysti 22
26 45.56 Rúni Jacobsen 1965 Treysti 21
27 46.13 Jóannes Ortind 1951 Bragdið 20
28 47.26 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið 19
29 47.37 Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið 18
30 47.50 Petur Eli Niclasen 1968 Frælsi 17
31 48.16 Sølvi Símunarsson 1978 Frælsi 16
32 48.35 Jan Egholm 1972 Bragdið 15
33 51.32 Sofus Poulsen 1965 Frælsi 14
34 53.12 Eivin Jacobsen 1597 Frælsi 13
35 55.05 Álvur Áarstein 1954 Treysti 12
36 64.27 Regin Jóanesarson 1945 Bragdið 11
DNS Heri Joensen 1973 Roysnið
Mansunglingar 1992-1996 – 9,5 km
1 35.13 Marnar Djurhuus 1995 Treysti 50
2 38.34 Rúni Seloy 1994 Bragdið 47
3 39.18 Einar Gregersen 1995 Treysti 45
Menn vet. 1958-1967 – 9,5 km
1 36.54 Borgar Biskopstø 1962 Treysti 50
2 38.10 Hallur Holm 1967 Bragdið 47
3 38.58 Debes H. Christiansen 1966 Bragdið 45
4 39.02 Heini Gregersen 1964 Treysti 43
5 39.47 Jonhard Larsen 1966 Treysti 41
6 39.53 Jóhan M Jacobsen 1966 Treysti 40
7 41.03 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið 39
8 41.39 Eirikkur Joensen 1967 Treysti 38
9 42.24 Egil Olsen 1963 Roysnið 37
10 45.49 Jan Matras 1966 Treysti 36
11 45.56 Rúni Jacobsen 1965 Treysti 35
12 47.26 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið 34
13 47.37 Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið 33
14 51.32 Sofus Poulsen 1965 Frælsi 32
Menn supervet. -1957 – 9,5 km
1 40.08 Jens R. Weihe 1947 Frælsi 50
2 46.13 Jóannes Ortind 1951 Bragdið 47
3 53.12 Eivin Jacobsen 1597 Frælsi 45
4 55.05 Álvur Áarstein 1954 Treysti 43
5 64.27 Regin Jóanesarson 1945 Bragdið 41
Dreingir 1997-2001 – 3 km
1 10.36 Teitur Bjarnastein 1997 Bragdið 50
2 11.03 Gunnar Sivertsen 1999 Treysti 47
3 11.58 Steingrímur Hallsson 1997 Bragdið 45
DNS Rógvi Johansen 1997 Bragdið
Kvinnur opin -1996 – 9,5 km
1 42.55 Rebekka Fuglø 1993 Treysti 50
2 44.20 Tørvør Ø. Vang 1969 Bragdið 47
3 45.02 Ella Áarstein 1964 Treysti 45
4 46.22 Ann Thomsen 1966 Bragdið 43
5 48.34 Mona Rasmussen 1969 Treysti 41
6 49.50 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti 40
7 50.45 Anja Perdomo Jacobsen 1970 Bragdið 39
8 53.01 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið 38
9 53.24 Ingibjørg Winther ?? ??
10 53.26 Beinta Nygaard 1970 Bragdið 37
11 54.00 Jorie Josephsen 1971 Treysti 36
12 54.36 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið 35
13 55.08 Elin Haraldsstovu 1961 Bragdið 34
14 56.35 Tina Kruse Dam 1977 Bragdið 33
15 57.26 Petra Jacobsen 1965 Treysti 32
16 58.34 Birita Samuelsen 1968 Bragdið 31
17 59.16 Elin Vang 1973 onki felag
Rúna Antoniussen 1974 onki felag
Hanna Helena Simonsen 1972 Frælsi
Kvinnuunglingar 1992-1996 – 9,5 km
1 42.55 Rebekka Fuglø 1993 Treysti 50
Kvinnur vet. 1958-1967 – 9,5 km
1 45.02 Ella Áarstein 1964 Treysti 50
2 46.22 Ann Thomsen 1966 Bragdið 47
3 49.50 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti 45
4 53.01 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið 43
5 54.36 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið 41
6 55.08 Elin Haraldsstovu 1961 Bragdið 40
7 57.26 Petra Jacobsen 1965 Treysti 39
Gentur 1997-2001 – 3 km
1 12.06 Sára Debesardóttir 1998 Bragdið 50
2 12.11 Oddvør Josephsen 2001 Treysti 47
3 14.39 Rutt Gregersen 2001 Treysti 45
0 comment
0

Related Articles