Home Oyggjaleikir 15. oyggjaleikir settir

15. oyggjaleikir settir

by Hallur Holm

Leygarkvøldið vórðu oyggjaleikirnir settir í Hamilton, høvðusstaðnum í Bermuda. 28 ár eru liðin síðani fyrstu oyggjaleikirnar á Isle of Man í 1985, og hetta gjørdust sostatt 15. leikir í røðini. Setanartiltakið var væl skipað og gekk upp á stás. Kvøldarsólin skein so listiliga yvir bæði áskoðarar og ítróttarfólkini sum gingu í skrúðgongu kring rennibreytina á National Sportscenter. Undir restini av setanini slapp alt ítróttarfólkið at sita í stóra áskoðaraskýlinum í skugga fyri sólini. Hetta var sera kærkomið, og gjørdi at allarflestu ítróttarfólkini sótu heilt til endan av tiltakinum.


Teir fara til setanina – Trygvi, Rúni, Niels Jákup og Rógvi.

 Fýra menn førdu fram røðu. Fyrst var tað høvuðsfyriskiparin John Beard, sum takkaði øllum luttakarunum fyri at ferðast teir mongu 1000 kilometrarnar tvørtur um Atlantshavið. Vert var eisini at leggja merki til, hvussu hjartaliga hann takkaði bæði fyrrverandi og núverandi samgongu (altso ikki í Føroyum ;- ) fyri teirra vælvild og samstarv í øllum fyrireikingararbeiðinum. Og at tað er nakað stórt at fyriskipa oyggjaleikirnar merktist so týðiliga, tá Craig Cannonier, sum er nøkulunda tað sama sum løgmaður í Føroyum, førdi sína røðu fram. Meðan hann helt sína talu og takkaði borgarstjóra og farnu samgonguni, fór eitt vindblak avstað við taluni hjá honum. Onkur samlaði pappírini saman aftur og stakk honum tey í hondina. Men hann tveitti tey bara burtur aftur, og segði seg ikki hava tørv á taluni. Hann skuldi bara varpa sína gleði um stóra tiltakið út um allar geilar. Sanniliga var hann stoltur av tí arbeiði, sum tey í Bermuda higartil hava gjørt.


Her sita teir so fittir: Presidenturin í IGA, presidenturin í Bermuda, enski guvernørurin í Bermuda og høvuðsfyriskiparin av oyggjaleikunum.

Jú, tað er stórt at skipa fyri oyggjaleikum, og tað gerst neyvan, um ikki allir partar av einum so lítlum samfelagi spæla við. Tí haldi eg tað er gott, at bæði Føroya løgmaður og borgarstjórin í Havn eru við á oyggjaleikunum, og síggja hvat veruliga krevst, skulu Føroyar gera sær vónir um at hýsa oyggjaleikunum í 2019.


Sær út til at føroyska umsóknin er meint í álvara. Løgmaður, mentamálaráðharrin, borgarstjórin í Tórshavnar kommunu við mentanarleiðaranum vóru til setanina.


Vinnarin av “Stjerne for en aften” í Bermuda sang so vakurt fyri okkum.


Eitt trummuensemble imponeraði við alskyns rútmum.


Eitt lið við dansarum úr øllum aldri. Sum um tey vildu vísa okkum, at tað at svinga reyvina, skal takast alvorligt longu frá ungum árum.


Indianaradansur.

Føroyski hópurin hevur tað gott. Frælsi ítrótturin byrjar ikki fyrr enn mánamorgunin ella kl. 14.05 føroyska tíð. Okkara íðkarar leggja hond á seinastu fyrireikingarnar. Tey flestu hava lættar venjingar hvønn dag, meðan onkur nú bara hevur eftir at hvíla.

Í morgin fara vit at greiða eitt sindur meira frá okkara fólki. Hvørjum tey kapppast í, og hvat vit kunnu vænta av teimum.


Leiðsla undir hatti og við sólbrillum – so kann tað ikki ganga heilt galið…??


Flogbóltsspælarin Margit Joensen var føroyskur flaggberi.


Valborg og Rebekka eru einastu føroysku kvinnurnar í hópinum, men tær eru á toppinum ítróttarliga og sosialt!


Fyrsti formaður FÍF’s, Sølvi Reinert Hansen saman við Biritu og soninum Betuel. Sølvi er nevndarlimur í IGA. 

 

0 comment
0

Related Articles