Home Oyggjaleikir Longdarlop, spjótkast og 5.000 metrar í kvøld

Longdarlop, spjótkast og 5.000 metrar í kvøld

by Hallur Holm

Aftur í kvøld hava vit fimm finalur á skránni, og í kvøld fáa vit eitt sindur av øllum greinunum í frælsum ítrótti: lop, kast og renning. Skráin fyri kvøldið er hendan

  • kl. 19.40 Trygvi Laksafoss, longdarlop
  • kl. 19.50 Rógvi Højgaard, spjótkast
  • kl. 20.10 Marnar Djurhuus, 5.000 m


Trygvi Laksafoss fer at royna seg í longdarlopi á sínum fyrstu oyggjaleikum

Fyrsta kappingin í kvøld er longdarlopskappingin hjá Trygva Laksafoss. Tryggvi leyp eisini hæddarlop, men tað gekst ikki so væl vegna ein skaða í knænum, sum gjørdi at hann noyddist at seta av á skeiva beininum. Rørslurnar í longdarlopi eru heilt øðrvísi, og Trygvi metir ikki, at knæskaðin kemur at hava nakra ávirkan á kappingina í kvøld. Kortini eru útlitini fyri heiðursmerki vánalig. Í minsta lagi tríggir leyparar hava nýliga verið omanfyri 7 metrar. Besta lopið hjá Trygva er 6.02 m. Vit vóna at Trygvi aftur í kvøld fær eitt lop omanfyri teir 6 metrarnar.


Rógvi Højgaard kastar fyri fjórðu fer á oyggjaleikum

Okkara besti spjótkastari nógvu seinastu árini fer í kvøld at kappast á sínum fjórðu oyggjaleikum. Hinar ferðirnar hevur verið um reppið at hann hevur vunnið bronsumerkið. Gull ella silvur verður tað neyvan til í kvøld, tí væntast kann at tveir av mótstøðumonnunum fara at liggja omanfyri teir sjúti metrarnar. Longsta kastið hjá Rógva nakrantíð kom í 2007, tá hann setti galdandi føroyska metið við 57,74 metrum. Seinasta árið hevur Rógvi ligið á 54-55 metrum ein góðan dag. Bronsan plagar at fara fyri umleið 54-56 metrar, so vit loyva okkum at hava hampuligar vónir.

At enda í kvøld verður tað Marnar Djurhuus, sum fer at renna 5.000 metrar. Vit hava nærlisið startlistan, og meta at Marnar hevur góðan møguleika at fylgja teimum flestu heilt langt. Ætlanin er at hann skal vera friðarligur og bíða. Við tí spurtstyrkini vit onkuntíð hava sæð frá Marnari, t.d. á seinastu oyggjaleikum, vóna vit at hann aftur í kvøld kann vinna sær eitt pláss á skamlunum.


Marnar er ikki heilt uttan møguleikar at vinna heiðursmerki í kvøld. Myndin er frá  10.000 metrarenningini.

0 comment
0

Related Articles