Home Oyggjaleikir Rebekka bert eitt fótafet frá bronsuni

Rebekka bert eitt fótafet frá bronsuni

by Hallur Holm

Seinasta kvøldið á oyggjaleikunum høvdu vit fýra fólk í kapping. Ein av hesum kappingum, var 800 metra finalan hjá kvinnum, sum var einn sonn krúttuna. Bert 8/10 sek var millum ta fremstu og nr. 8 í semifinalunum, og mitt í øllum hesum rokinum høvdu vit føroysku Rebekku Fuglø, sum sá sera løtt og vælrennandi út, tá hon í seinnu semifinaluni kom á mál sum tann triðja við tíðini 2.17,63, ið hevði verið føroyskt met fyri bara trimum vikum  síðani. So spenningurin var stórur undan finaluni, tí hon helt sjálv, at har var nógv eftir.


Fyrra semifinala – sera sera javnt! 28/100 sek millum nr. 1 (2.16,43) og  nr. 4 (2.16,71)


Eisini seinna semifinalan var sera jøvn. Emma Leask nr. 1 við 2.16,97, Gemma Dawkins nr. 4 við 2.17,63 (hendan myndin er eftir 400 m)

Og so kom tann stóra finalan við átta krútsterkum rennarum.


Finalan skotin í gondgd, og Rebekka fann frá byrjan eina frálíka positión


Allar átta sera tættar eftir teir fyrstu 400 metrarnar.


300 metrar eftir, og ferðin í topp. Feltið strekkist, men Rebekka heldur framvegis eina perfekta positión.


200 metrar eftir. Mannfall, menn Rebekka er framvegis sera væl við. Ja, hon er júst har, hon skal vera.


160 metrar eftir. Hetland, Bermuda, Suðuroyggjar, Guernsey, Føroyar og Isle of Man


Bermuda og Hetland hava munin. Men ein ræðuligur dystur er um bronsuna. Rebekka er farin út í triðju geil í royndini at vinna seg fram um Eilidh Mackenzie og Natalie Whitty.


70 metrar eftir í einum náðileysum stríði um heiðursmerkini. Rebekka stríðist við øllum hon eigur.


Rebekka hevur kempað seg fram um Guernsey-gentuna, og hevur lagt seg undir liðina á stórrennaranum Eilidh Mackenzie


Rebekka hevur otað seg nakrar sentmetrar fram um. Beinini hava ilt við at fylgja stóra sigursviljanum hjá Rebekku….


… sum beint áðrenn mállinjuna fer fram eftir rommum og verður liggjandi á breytini so nær við mállinjuna, at hon næstan kann nerta við hana. Sum ein sannur fightari reistist hon kortini aftur og kom á mál sum nummar sjey við tíðini 2.18,60, sum eisini er ein supertíð.

Við stórari virðing og undran fyri stóra stríðsvilja Rebekku, støðgar myndarøðin her. Hetta var eitt av størstu avrikum  í søgu okkara, sum endaði so syrgiliga. Rebekka hevur vant miðvíst øll árini síðani hon byrjaði at renna í 2003, og hevur verið partur av ungdómslandsliðum FÍF’s síðani 2004. Hetta seinasta árið hevur hon ment seg sera nógv, og hevði hon ikki dottið, hevði hon sannlíkt fingið eina tíð undir 2.13,5 min – langt  undir føroyska metinum, sum hon sjálv eigur. 

Tá man soleiðis eftir einum ári kann  betra seg fimm sekund, skuldi eisini borið til at betra seg tvey afturat til næstu oyggjaleikir. Og tá eiga vit ein rennara, sum bæði kann vinna gull og seta oyggjaleikamet.  Góða Rebekka…. vónandi kanst tú brúka hesa fantastisku renningina til nakað positivt hóast alt. Tú gjørdi alt tað rætta og rann tína lívs bestu renning og hevði eisini uppiborið at vunnið bronsumerki!!!

Í 2011 vann Emma Leask úr Hetlandi 800 metra finaluna við at seta oyggjaleikamet. Hesuferð var tað aftur Emma Leask, sum vann, og aftur hesaferð setti hon nýtt oyggjaleikamet við tíðini 2.11,37 min.

0 comment
0

Related Articles