Rúni Seloy spurtaði seg í 400 m finaluna í morgun

Skrivað hevur

Bert 12 tímar eftir 800 m finaluna í gjárkvøldið, var Rúni Seloy aftur klárur á startlinjuni. Hesaferð niðri í startblokkinum í øðrum riðili til 400 m kappingina, har tveir teir bestu umframt tvær tíðir skuldu víðari til finaluna í annaðkvøld. Fyri nøkrum vikum síðani varð ikki væntað, at Rúni hevði møguleika at koma í finaluna, men eftir góða persónliga metið til VU-Spelen uppá 51,45 sek. var kortini ein lítil møguleiki fyri einum finaluplássi.


12 tímar at hvíla í, so var Rúni niðri í startblokkinum aftur.

Men eftir fyrsta riðilin minkaðu vónirnar aftur. Hetta var ein sera sterkur riðil, har fjórði maðurin hevði 50,58 sek. Tað kom so sannlíkt at merkja, at Rúni skuldi blíva nr. 1 ella 2 í sínum riðili fyri at sleppa víðari í finaluna.


Og so avstað eftir topp tvey og einum finaluplássi.

Og tað var eisini júst tað, sum hendi. Aftur í dag hevði Rúni verið heppin við lutakastinum, og var endaður í veikasta riðilinum. Hetta útnyttaði hann eisini til fulnar. Hann lá eitt sindur aftarlaga fyrstu 200 metrarnar, men í boganum setti hann turboina frá, og kom væl út úr svinginum á øðrum plássi og framvegis við góðari ferð. Hóast teir dúgliga royndu at taka finalusessin frá Rúna, megnaði hann í stórum stíli at halda teimum trygt aftanfyri. Sanniliga um ikki tíðin røkk til enn eitt persónligt met á 400 m. Tíðin gjørdist 51.29 – 1,01 sek frá føroyska metinum.


Nr. 2 og trygt í finaluna.

Finalan skal rennast í annaðkvøld. Møguleikarnir fyri heiðursmerki mugu ásannast at vera sera smáir. Men kanska fær Rúni klípt nakrar 1/100 sek afturat av sínum pm – megnar hann tað, má sigast at hetta hava verið einir fullkomnir oyggjaleikir fyri Rúna.


Job well done!

2 viðmerkingar

  1. Anna Maria Seloy says:

    Góðar myndir og væl skrivað Hallur!

  2. Hallur says:

    Fleiri myndir eru á http://www.picasaweb.com/treysti

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*