Onnur tíðindi

Úrslit frá kastikapping í Havn

03.07.06 kl. 06:03 0 viðmerkingar

2. juli varð kappast í spjót, hamar og diskus kasti. Úrslitini eru at síggja her (pdf).

Les meira ›

Nýtt myndasavn

30.06.06 kl. 06:30 0 viðmerkingar

athletics.fo hevur nú fingið nýtt myndasavn. Nýggja savnið er greiðari enn støku myndasøvnini, ið hava verið gjørd frá ymsum kappingum. Nakrar myndir eru lagdar út, og aðrar eru á veg. Um tit hava onkrar myndir liggjandi frá eldri kappingum, leggja vit tær fegin út. Savnið er at finna við at […]

Les meira ›

Tórshavn Marathon 2006

27.06.06 kl. 21:50 0 viðmerkingar

Tórshavn Marathon fer nú av álvara at nærkast. Kappingarnar eru 16. juli, og fevna um kappingar á ymsum teinum bæði fyri børn og vaksin. Nú ber til at melda til Tórshavn Marathon her á síðuni. Vel tilmelding uttast til vinstru. Upplýsingar um tiltakið eru annars at fáa á heimasíðuni hjá […]

Les meira ›

athletics.fo skift servara

27.06.06 kl. 06:40 0 viðmerkingar

Eftirsum gamli servarin var vorðin fullur, hevur athletics.fo skift til ein størri servara. Av hesi orsøk kann nakað av tíð ganga, áðrenn alt tað gamla tilfarið er lagt út aftur. Haldi okkum til góðar.

Les meira ›

Úrslitini av Jóansøku

26.06.06 kl. 08:49 0 viðmerkingar

Fjórða umfar av Grand Prix kappingini í renning var á Jóansøku í Vági leygardagin. Úrslitini eru her (pdf) og samlaða støðan her (pdf).

Les meira ›

Øll úrslitini av Eystanstevnu

24.06.06 kl. 06:47 0 viðmerkingar

Endiliga eru úrslitini av Eystanstevnu tøk. Tey eru at finna her (pdf), og samlaða støðan í Grand Prix kappingini er her (pdf).

Les meira ›

Ungdómslandsliðið á Jóansøku – Kunning

22.06.06 kl. 22:00 0 viðmerkingar

Vit møtast á farstøðini í seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 19.45 Smyril siglir klokkan 20.00 til Drelnøs. Haðani fara vit við bussi til Vágs, har vit væntandi koma uppá pláss kl. 22.30-23.00. So tá verður farið beint í soviposarnar. Vit búgva í húsunum hjá Vágs Matmøðrafelagi miðskeiðis í bygdini. Útpurring verður […]

Les meira ›

Spakin er settur í

22.06.06 kl. 11:31 0 viðmerkingar

Í morgun kl. 11.00 varð spakin settur í fyri økinum til frælsan ítrótt á hálsi. Spennandi verður at fylgja við gongdini í hesi verkætlan, ið fer at geva havnafólki og øðrum møguleika at renna, leypa og kasta á økinum á hálsi.

Les meira ›

Rennibreytin á Hálsi

21.06.06 kl. 14:22 0 viðmerkingar

Hósdagin 22. juni 2006 kl. 11 verður spakin settur í jørðina at grava út fyri nýggju rennibreytini á Hálsi. Heðin Mortensen, borgarstjóri, fer at loysa nøkur fløg við Dagstovnin @ Kurlu, áðrenn gravimaskinurnar av álvara fara inn á økið at grava omanav. Hetta eru sanniliga góð tíðindi fyri føroyskan frælsan […]

Les meira ›

Grand Prix renning á Jóansøku

21.06.06 kl. 10:22 0 viðmerkingar

Fjórða umfar av Grand Prix kappingini – á Jóansøku. Skipað verður fyri rennikapping á Jóansøku í Vági. Tað er 4. umfarið í Grand Prix kappingini hjá FÍF. Kappingin verður Leygardagin 24. juni. Tey minstu børnini renna kl. 10.30 og hinir bólkarnar kl. 11.00. Runnið verður vesturi á Eiðinum runt vatnið. […]

Les meira ›