Onnur tíðindi

Grand Prix renning á Jóansøku

21.06.06 kl. 10:22 0 viðmerkingar

Fjórða umfar av Grand Prix kappingini – á Jóansøku. Skipað verður fyri rennikapping á Jóansøku í Vági. Tað er 4. umfarið í Grand Prix kappingini hjá FÍF. Kappingin verður Leygardagin 24. juni. Tey minstu børnini renna kl. 10.30 og hinir bólkarnar kl. 11.00. Runnið verður vesturi á Eiðinum runt vatnið. […]

Les meira ›

Úrslit frá FM 10 km í Runavík

13.06.06 kl. 23:41 0 viðmerkingar

Føroyameistarar á 10 km teininum 2006 gjørdust Fríðunn Steinberg, Treysti, Sam Vang, Bragdið og Jósvein Herup Olsen, Bragdið. Úrslitini frá kappingini, sum eisini var triðja umfar í Grand Prix kappingini hjá vaksnum, eru at finna her (pdf). Og samlaða støðan í Grand Prix kappingini er her (pdf).

Les meira ›

Grand Prix renning á Eystanstevnu

11.06.06 kl. 16:22 0 viðmerkingar

Triðja umfar av Grand Prix kappingini – á Eystanstevnu Í samband við Eystanstevnuna í Runavík verður skipað fyri rennikapping, sum er 3. umfar í Grand prix kappingini hjá FÍF. Vaksin renna týskvøldið 13. juni kl. 18.30 og børn fríggjakvøldið 16. juni kl. 18.00. Renningin hjá teimum vaksnu Kappingin hjá teimum […]

Les meira ›

Úslitini frá Sundalagsstevnuni

11.06.06 kl. 10:36 0 viðmerkingar

Góðir 100 luttakarar vóru til rennikappingina á Sundalagsstevnu í Kollafirði fríggjadagin. Kappingin var samstundis annað umfar av Grand Prix kappingini í renning. Hjá teimum vaksnu kvinnunum vann Súsanna Skylv úr Bragdinum frammanfyri Fríðunn Steinberg úr Treysti og Ellu Joensen úr Kollafirði. Hjá monnunum eydnaðist tað aftur Sam Vang at vinna […]

Les meira ›

GP 2 Sundalagsstevna

06.06.06 kl. 06:50 0 viðmerkingar

Renningin á Sundalagsstevnuni verður fríggjakvøldið 9. juni. Renningin fer fram í sambandi við setanina av stevnuni, sum verður við nýggju ítróttarhøll kollfirðinga. Frá klokkan 17.30 kunnu startnummurini avheintast. Fólk verða biðin um at vera stundislig, tí setanin skal verða kl. 19.30. 18.30 – 18.40 Gentur og dreingir 1999-2006 – 600 […]

Les meira ›

Í undanbrekkuni

01.06.06 kl. 06:30 0 viðmerkingar

Hann sigur seg ikki kappast so nógv, og er kanska betur kendur fyri mótbrekkuna niðan á Sornfelli enn undanbrekkurnar… 1. Navn: Henning Clemens Kørvel 2. Føddur: 1951 3. Felag: Bragdið, MIF 4. Nær byrjaði tú at renna? 1988 5. Hvørjum teinum dámar tær best at kappast á? Nu konkurrerer jeg […]

Les meira ›

Úrslitini av Føroya Bjór Renningini

29.05.06 kl. 06:30 0 viðmerkingar

Góðir 100 luttakarar vóru til Føroya Bjór Renningina á Norðoyastevnu leygardagin. Kappingin var samstundis ársins fyrsta umfar av Grand Prix kappingini í renning. Hjá teimum vaksnu kvinnunum vann Fríðunn Steinberg úr Treysti frammanfyri Jóngerð Høgnesen og Duritu Djurholm úr Bragdinum. Hjá monnunum eydnaðist tað Sam Vang at vinna á Sigurð […]

Les meira ›

10. Føroya Bjór Renningin – á Norðoyastevnu

22.05.06 kl. 20:20 0 viðmerkingar

Fyri 10. ferð skipar Ítróttafelagið TREYSTI fyri tí árligu FØROYA BJÓR RENNINGINI á Norðoyastevnu. Luttøkan hevur verið sera góð, síðan tað byrjaði, og er hon vaksin hvørt ár, og hava umleið 150 rennarar luttikið seinnu árini. Í ár verður renningin leygardagin 27. mai. Rutan hjá børnum verður runt ”Lítla Eið”, […]

Les meira ›

Aðalfundurin hjá FÍF

21.05.06 kl. 12:02 0 viðmerkingar

Frælsur Ítróttur Føroya hevði aðalfund í gjár. Heri Ziska varð valdur sum nýggjur formaður fyri Sølva Reinert Hansen, sum ikki tók við afturvali. Sølvi hevur verið formaður, síðan sersambandið varð stovnað í 2002. Fyri Hera varð Hallur Holm valdur at sita eitt ár fram til næsta aðalfund. Nevndin er nú […]

Les meira ›

Cecil, Kristina og Jósvein føroyameistarar

13.05.06 kl. 12:17 0 viðmerkingar

Hóskvøldið 11. mai varð skipað fyri f.m. í 1/2 Marathon í Havn, tað vóru 25 rennarir møttir upp. 22 menn og 3 kvinnur. Likindini vóru góð at renna, 5 m.s. av útnyrði og 5 hitastig. Stórur spenningur varð undan kapplngini, um hvør fór at vinna kappingina hjá monnum. Lagt varð […]

Les meira ›