Onnur tíðindi

Útlendingar til føroyskan frælsan ítrótt

01.04.06 kl. 14:10 0 viðmerkingar

Ítróttarfelagið Roysnið gongur nú nýggjar leiðir. Sum tað fyrsta føroyska felagið fyri frælsan ítrótt hevur Roysnið gjørt avtalu við tríggjar útlendingar, ið skulu renna fyri felagið í 2006. Talan er um teir tríggjar ethiopiarnar Kenenisa Bekele, Sileshi Sihine og Gebre-egziabher Gebremariam. Rennararnir eru sera sterkir, men vegna serligu serfrøðingaavtalunu á […]

Les meira ›

Seinasta umfar av TF Vetrarkappingini

25.03.06 kl. 17:14 0 viðmerkingar

Seinasta umfar av TF Vetrarkappingini varð runnið í Runavík í Dag. Eini 22 luttakarar vóru. Tey vaksnu runnu 10 km, og tey ungu 5 km. Hjá teimum vaksnu gekk sum væntað. Samlaði vinnarin hjá monnum Sigurð Justinussen vann aftur trygt. Hjá teimum ungu vann Bjørk Herup Olsen við einari frálíkari […]

Les meira ›

Tunnilsrenning í Norðoyatunlinum

23.03.06 kl. 13:53 0 viðmerkingar

Treysti skipar í samstarvi við Føroya Sparikassa fyri Tunnilsrenning í Norðoyatunlinum sunnudagin 23. apríl kl. 14.00. Roknað verður við, at hetta verður størsta heilsuátak í Føroyum higartil við fleiri túsund luttakarum. Luttøkugjaldið er 125 kr. fyri hvønn, og seinasta freist at melda til er 17. apríl. Lesið meiri um tilmelding […]

Les meira ›

6. umfar av TF Vetrarkappingini verður 25. mars

16.03.06 kl. 12:26 0 viðmerkingar

Sløtt og skjót ruta Leygardagin 25. mars kl. 12.00 verður skipað fyri árligu Várkappingini í Runavík. Hendan kappingin hevur verið fastur táttur av kappingarskránni fyri frælsan ítrótt seinastu árini. Tey, ið hava roynt seg, hava vanliga fingið eina góða tíð á einari slættari og skjótari 10 km rutu. Í ár […]

Les meira ›

Fimta umfar av TF vetrarkappingini

01.03.06 kl. 11:41 0 viðmerkingar

Leygardagin varð fimta umfar av TF vetrarkappingini runnið í Sandavági. Øll úrslitini eru at síggja her (pdf) og samlaða støðan er her (pdf).

Les meira ›

Norðoyatunnilsrenningin verður sunnudagin 23. apríl

24.02.06 kl. 11:36 0 viðmerkingar

Í samband við, at Norðoyatunnilin letur upp fyri almennari ferðslu 29. apríl, hevur Treysti boða frá, at renningin undir Leirvíksfjørð verður sunnudagin 23. apríl. Meiri verður at frætta seinni.

Les meira ›

Fimta umfar av TF vetrarkappingini verður leygardagin

22.02.06 kl. 11:10 0 viðmerkingar

Leygardagin 25. februar kl. 12.00 skipa Frælsi og Tryggingarfelagið Føroyar fyri 5. umfari av TF Vetrarkappingini í Sandavági. TF Vetrarkappingin er kapping, sum Frælsur Ítróttur Føroya stendur fyri og Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar. Talan er um eina vetrarkapping í seks umførum. Fyrsta umfar var á Toftum, annað umfar í Klaksvík, 3. […]

Les meira ›

Fyrstu FM vinnararnir 2006 funnir

18.02.06 kl. 16:11 0 viðmerkingar

Fyrstu FM vinnararnir í frælsum ítrótti í 2006 eita Bjørk Herup Olsen, Álvur F. Christiansen, Sam Vang og Jósvein Herup Olsen. Hesi fýra vunnu bólkarnar í FM í Cross Country renning, ið var hildið á “Stovugólvinum” á Toftum í dag. Cross Country renning verður runnin í haganum. Tað er hart […]

Les meira ›

FM í Cross Country renning leygardagin

14.02.06 kl. 12:08 0 viðmerkingar

Leygardagin 18. februar verður skipað fyri FM í Cross Country renning á Toftum. Í hesum slagi av kappingum verður runnið í haganum. Hetta er triðju ferð, skipað verður fyri FM í hesi kappingargrein. Rutan Kappingin verður hildin við sonevnda “Stovugólvið” í haganum beint omanfyri og norðanfyri grasvøllin á Svangaskarði. Runnið […]

Les meira ›

FM í Cross Country útsett eina viku

08.02.06 kl. 14:17 0 viðmerkingar

Vegna serligar umstøður er ætlaða FM í cross country renning á Toftum útsett eina viku til leygardagin 18. februar.

Les meira ›