Onnur tíðindi

Gleðilig jól og gott nýggjár

24.12.05 kl. 16:04 0 viðmerkingar
Les meira ›

Sigurð Justinussen vann triðja umfar av TF vetrarkappingini

11.12.05 kl. 15:19 0 viðmerkingar

Leygardagin varð triðja umfar av TF vetrarkappingini runnið í Havn. Hjá monnum vann Sigurð Justinussen úr Bragdinum, frammanfyri Guttorm Sørensen og Álvur F. Christiansen úr Treystinum. Í samlaðu vetrarkappingini er Gutti nummar eitt frammanfyri Álv, og Josvein Herup Olsen er nummar 3. Hjá kvinnum vann Kristina Samuelsen úr Bragdinum, frammanfyri […]

Les meira ›

3. umfar av TF vetrarkappingini verður í Havn leygardagin

06.12.05 kl. 07:30 0 viðmerkingar

Leygardagin 10. desember kl. 13.00 skipa Bragdið og Tryggingarfelagið Føroyar fyri 3. umfari av TF Vetrarkappingini í Havn. TF Vetrarkappingin er sama kapping, sum var seinasta vetur, sum Frælsur Ítróttur Føroya stendur fyri og Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar. Talan er um eina vetrarkapping í seks umførum. Annað umfar var fyri trimum […]

Les meira ›

Símun Joensen gjørdi bart í Klaksvík

23.11.05 kl. 09:53 0 viðmerkingar

Símun Joensen úr Treystinum vann greitt TF-renningina í Klaksvík í vikuskiftinum. Hann var umleið hálvanannan minutt frammanfyri Sigurð B. Justinussen, ið gjørdist nummar tvey. Sí øll úrslitini her (pdf). Í samlaðu støðuni hjá monnum eigur Treysti nummar eitt, tvey og trý. Samlaða støðan er at finna her (pdf). Myndir frá […]

Les meira ›

Ferðing í samband við 2. umfar av TF vetrarkappingini

09.11.05 kl. 19:23 0 viðmerkingar

Treysti upplýsir, at Dúgvan fer úr Leirvík kl. 11.00 og er í Klaksvík kl. 11.30. Kappingin byrjar kl. 12.30. Dúgvan fer úr Klaksvík aftur kl. 14.45.

Les meira ›

2. umfar av TF vetrarkappingini verður 19. november

09.11.05 kl. 19:14 0 viðmerkingar

Leygardagin 19. november kl. 12.30 skipa Treysti og Tryggingarfelagið Føroyar fyri 2. umfari av TF Vetrarkapingini í Klaksvík. TF Vetrarkappingin er sama kapping, sum var seinasta vetur, sum Frælsur Ítróttur Føroya stendur fyri og Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar. Talan er um eina vetrarkapping í seks umførum. Fyrsta umfar var fyri trimum […]

Les meira ›

Ein av teimum skjótu undanbrekkunum

31.10.05 kl. 11:36 0 viðmerkingar

20/06-95: 12×400 = 64,8-65,7-64,8-66,3-67,3-67,0-66,3-66,7-67,1-66,5-66,7-65,3 pausa 200m jog Sigur hetta tær nakað? Ná, ikki? So mást tú heldur hyggja, hvør er í undanbrekkuni. 1. Navn: Guttorm Sørensen 2. Føddur: 1968 3. Felag: Treysti (Vejle IF, Skovbakken) 4. Nær byrjaði tú at renna? 1990 5. Hvørjum teinum dámar tær best at kappast […]

Les meira ›

Myndir frá TF1 Runt Agnið

22.10.05 kl. 20:02 0 viðmerkingar

Myndir frá kappingini Runt Agnið eru at finna her. Myndirnar frá sjálvari renningini eru vinarligast fingnar frá MIF.

Les meira ›

Gutti og Valborg vunnu fyrsta umfar av TF Vetrarkappingini

22.10.05 kl. 17:00 0 viðmerkingar

Fyrsta umfar av TF Vetrarkappingini var inni á Toftum í dag. Tey vaksnu runnu teir 10,5 kilometrarnar Runt Agnið. Guttorm Sørensen úr Treysti legði best út hjá monnunum og helt leiðsluna á mál. Hann fekk tíðina 38,56 min. Nummar tvey gjørdist Súni Jacobsen úr Bragdinum við 39,33 min. Og nummar […]

Les meira ›

Triathlonkappingar verða 30. oktober og 6. november

19.10.05 kl. 14:01 0 viðmerkingar

30. oktoberFM 1/4 Triathlon1.500 m svimjing, 40 km súkkling, 10 km renning Fyrst verður svomið 1500 m í Svimjihøllini, síðani súkklað 40 km. eftir Ringvegnum, Hvítanesvegnum og Kaldbaksvegnum til Kaldbaks, Kaldbaksbotn, Kaldbaks, og so aftur til Havnar, til Skógrøkt Landsins, har skift verður til renning. Runnið verður síðani tvær ferðir […]

Les meira ›