Onnur tíðindi

4. umfar av TF vetrarkappinginin verður í Hvalvík leygardagin

18.01.06 kl. 10:34 Viðmerkingar eru ikki loyvdar

Leygardagin 21. januar kl. 12.00 skipa Frælsur Ítróttur Føroya og Tryggingarfelagið Føroyar fyri 4. umfari av TF Vetrarkappingini í Hvalvík. TF Vetrarkappingin er rennikapping, sum Frælsur Ítróttur Føroya stendur fyri, og Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar. Talan er um eina vetrarkapping í seks umførum. Fyrsta umfar var á Toftum, annað umfar í […]

Les meira ›

Í undanbrekkuni

10.01.06 kl. 08:00 Viðmerkingar eru ikki loyvdar

Hann byrjar kappingardagin við havragreyti og dámar væl borðtennis. 1. Navn: Pól Sundskarð 2. Føddur: 1957 3. Felag: Treysti 4. Nær byrjaði tú at renna? Mai 2004 5. Hvørjum teinum dámar tær best at kappast á? 10 km og uppeftir 6. Persónlig met á teinunum: 5 km 18,36 10 km […]

Les meira ›

Sigurð Petra og Pól vunnu fyrstu kappingina í ár

09.01.06 kl. 08:05 Viðmerkingar eru ikki loyvdar

Leygardagin skipaði Roysnið fyri tí árliga Nýggjárshálvmarathon kappingini í Eysturoynni. Runnið varð sum vant frá vegnum oman til Funningsfjørð og út á Toftir. Hóast veðurforsøgnin var ring, vóru 19 rennarar møttir til hesa fyrstu kappingina í 2006. Samanumtikið má sigast, at veðrið livdi upp til vánaligu forsøgnina. Tað var nógvur […]

Les meira ›

Nýggjárshálvmarathon verður sum ætlað

06.01.06 kl. 13:58 Viðmerkingar eru ikki loyvdar

Nýggjárshálvmarathon verður sum ætlað leygardagin 7. januar. Tó siga veðurfrøðingarnir frá einum frískum mótvindi, so tað er ivaleyst best at lata seg væl í. Roysnið

Les meira ›

Nýggjárshálvmarathon verður 7. januar

03.01.06 kl. 13:47 Viðmerkingar eru ikki loyvdar

Leygardagin 7. januar skipar Roysnið fyri hálvmarathon kapping í Eysturoy. Henda kapping hevur verið fastur táttur seinnu árini. Hon er samstundis fyrsta rennikappingin í nýggja árinum. Veðrið avgerandi Um tað viðrar, verður kappingin fyriskipað leygardagin 7. januar. Er veðrið ikki til vildar leygardagin, verður kappingin flutt eina viku. Endalig støða […]

Les meira ›

Gleðilig jól og gott nýggjár

24.12.05 kl. 16:04 Viðmerkingar eru ikki loyvdar
Les meira ›

Sigurð Justinussen vann triðja umfar av TF vetrarkappingini

11.12.05 kl. 15:19 Viðmerkingar eru ikki loyvdar

Leygardagin varð triðja umfar av TF vetrarkappingini runnið í Havn. Hjá monnum vann Sigurð Justinussen úr Bragdinum, frammanfyri Guttorm Sørensen og Álvur F. Christiansen úr Treystinum. Í samlaðu vetrarkappingini er Gutti nummar eitt frammanfyri Álv, og Josvein Herup Olsen er nummar 3. Hjá kvinnum vann Kristina Samuelsen úr Bragdinum, frammanfyri […]

Les meira ›

3. umfar av TF vetrarkappingini verður í Havn leygardagin

06.12.05 kl. 07:30 Viðmerkingar eru ikki loyvdar

Leygardagin 10. desember kl. 13.00 skipa Bragdið og Tryggingarfelagið Føroyar fyri 3. umfari av TF Vetrarkappingini í Havn. TF Vetrarkappingin er sama kapping, sum var seinasta vetur, sum Frælsur Ítróttur Føroya stendur fyri og Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar. Talan er um eina vetrarkapping í seks umførum. Annað umfar var fyri trimum […]

Les meira ›

Símun Joensen gjørdi bart í Klaksvík

23.11.05 kl. 09:53 Viðmerkingar eru ikki loyvdar

Símun Joensen úr Treystinum vann greitt TF-renningina í Klaksvík í vikuskiftinum. Hann var umleið hálvanannan minutt frammanfyri Sigurð B. Justinussen, ið gjørdist nummar tvey. Sí øll úrslitini her (pdf). Í samlaðu støðuni hjá monnum eigur Treysti nummar eitt, tvey og trý. Samlaða støðan er at finna her (pdf). Myndir frá […]

Les meira ›

Ferðing í samband við 2. umfar av TF vetrarkappingini

09.11.05 kl. 19:23 Viðmerkingar eru ikki loyvdar

Treysti upplýsir, at Dúgvan fer úr Leirvík kl. 11.00 og er í Klaksvík kl. 11.30. Kappingin byrjar kl. 12.30. Dúgvan fer úr Klaksvík aftur kl. 14.45.

Les meira ›