Onnur tíðindi

Stuttleikir verða sunnudagin

Stuttleikir verða sunnudagin

10.06.17 kl. 13:14 0 viðmerkingar

Sunnudagin skipar Hvirlan fyri Stuttleikum á Tórsbreyt. Hetta hevur verið afturvendandi tiltak hjá Hvirluni, síðani Tórsbreyt sá dagsins ljós. Á Stuttleikum ber til hjá øllum børnum at koma at royna seg í trimum ymiskum greinum innan frælsan ítrótt. Børnini sleppa at royna seg í longdarlopi, bóltkasti og í spurti. Stuttleikir […]

Les meira ›
Úrslit frá 2. Betri Stórkapping

Úrslit frá 2. Betri Stórkapping

07.06.17 kl. 02:26 2 viðmerkingar

Her eru úrslitini frá 2. Betri Stórkapping, sum bleiv hildin á Tórsbreyt 2. Hvítusunnudag 5. juni kl. 14.00. Líkindini vóru á heilt góðari leið, tó var eitt lítið eystanlot, men bert nakrar ferðir vísti vindmátarin omanfyri 3 m/s og lotið minkaði sum frá leið. Aftur hesuferð vóru fleiri spennandi kappingar og […]

Les meira ›
Útlendingarnir vóru skjótast

Útlendingarnir vóru skjótast

04.06.17 kl. 18:41 0 viðmerkingar

Tað var metluttøka til Tórshavn Marathon í gjár, og eisini metluttøka av útlendingum. Fleiri teirra vóru heilt góðir rennarar, og ongantíð áður hava teir átt so nógv pláss á sigursskamlunum sum í ár. Vinnarin úr Týsklandi, Raoul Jankowski, setti nýtt rutumet við 2.44.48 min, og tók fimm minuttir av metinum […]

Les meira ›
Andrias og Hallbjørg føroyameistar í maraton

Andrias og Hallbjørg føroyameistar í maraton

04.06.17 kl. 01:43 1 viðmerking

Í fagrasta veðri varð Tórhavn Marathon runnið í dag. Methøgt luttakaratal, metnógvir útlendingar, metnógvir áskoðarar og metgott veður. Og rutumet í bæði heilum og hálvum maraton. Stúgvandi fult av fólki í gongugøtuni og á Vaglinum, tá Tórshavn Marathon 2017 varð skotið avstað (mynd: Bragdið – faroefoto) FM í maraton er […]

Les meira ›
Startlistar og tíðarætlan 2. Betri Stórkapping

Startlistar og tíðarætlan 2. Betri Stórkapping

04.06.17 kl. 01:04 0 viðmerkingar

Her eru startlistar og tíðarætlan til 2. Betri Stórkapping, sum verður hildin á Tórsbreyt kl. 14.00 2. Hvítusunnudag 5. juni. 208 startir eru tilmeldaðir av 76 íðkarum. Dómarar, hjálparfólk og íðkarar verða biðin um at møta í góðari tíð. Tíðarætlan 2. betri Stórkapping Startlistar 2. betri Stórkapping  

Les meira ›
2. umfar av Betri Stórkappingini 2. hvítusunnudag

2. umfar av Betri Stórkappingini 2. hvítusunnudag

26.05.17 kl. 22:26 0 viðmerkingar

2. hvítusunnudag, mánadagin 5. juni, verður 2. umfar av Betri Stórkappingini. Kappast verður á Tórsbreyt og kappast verður í hesum kappingargreinum: Gentur og dreingir 8-9 ár: 60 m, 400 m, kúluvarp og longdarlop Gentur og dreingir 10-11 ár: 200 m, 800 m, kúluvarp og longdarlop Gentur og dreingir 12-13 ár: […]

Les meira ›
Føroya Bjór renningin 2017 verður leygardagin

Føroya Bjór renningin 2017 verður leygardagin

25.05.17 kl. 00:02 0 viðmerkingar

21. Føroya Bjór Renningin í miðbýnum. Leygardagin 27. mai kl. 11.00 skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum er fyri bæði børn og vaksin. Hetta er 21. ferð á rað, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv […]

Les meira ›
Føroyingar fremja brøgd

Føroyingar fremja brøgd

23.05.17 kl. 00:50 0 viðmerkingar

Enn eitt hendingaríkt vikuskifti er farið aftur um. Hetta bleiv eitt vikuskifti, har okkara tilkomnu rennarar veruliga vístu seiggið í føroyinginum. Í 3-2 sóu vit teir báðar Jonhard Larsen og Pól Sundskarð, sum runnu av Vaglinum í Havn til Sambýlið á Heygum í Klaksvík. Hesar 77 kilometrarnar runnu teir fyri […]

Les meira ›
Úrslit frá 1. Betri Stórkapping

Úrslit frá 1. Betri Stórkapping

21.05.17 kl. 22:15 0 viðmerkingar

Í nógvum vindi bleiv 1. Betri Stórkapping hildin á Tórsbreyt í gjár. Hóast nógva vindin, so vóru fleiri góð úrslit. Loyparar høvdu nógvan viðvind, meðan spurtarar og miðteinarennarar høvdu nógvan mótvind at stríðast við. Næsta umfar í Betri Stórkappingini verður hildið 5. juni kl. 14.00 á Tórsbreyt. 5. Juni er […]

Les meira ›
Startlistar og tíðarætlan 1. Betri Stórkapping

Startlistar og tíðarætlan 1. Betri Stórkapping

19.05.17 kl. 14:25 0 viðmerkingar

Her eru startlistar og tíðarætlan til 1. Betri Stórkapping, sum verður hildin á Tórsbreyt kl. 11.00 í morgin. 198 startir eru tilmeldaðir av 75 íðkarum. Dómarar, hjálparfólk og íðkarer verða bidnir um at møta í góðari tíð. Tíðarætlan 1. betri – Storkapping Startlistar 1. betri – Storkapping  

Les meira ›