Reglur Grand Prix kapping á breyt 2012

Reglur Grand Prix kapping á breyt 2012

KAPPINGARREGLUR 2012
Grand Prix kapping fyri Børn og Ung á Breyt

Navn og endamál
Almenna navnið á kappingini er Grand Prix kappingin fyri Børn og Ung. Navnið kann broytast um ein stuðul ynskir og rindar fyri tað.

Reglur fyri luttøku
Kappingin er opin fyri øllum børnum og ungum. Fyri at luttaka og fáa stig í sjálvari Grand Prix kappingini, skal ein tó verða skrásettur limur í einum felag fyri frælsan ítrótt, áðrenn kappingardagin. Luttakararnir skulu vera í singlet/t-thirt í umboðar litir felagsins, tá kappast verður.

Tað verður kappast í niðanfyri standandi bólkum og greinum:

 

GG: Børn (2005-2007) telja ikki við í Grand Prix

Aldurin verður roknaður, sum blivin aldur tá almanakkaárið er runnið. Tað verður skipað fyri einstaklinga kapping í øllum bólkunum.

Kappingarsløg
Kappingarnar fara allar fram á frælsum ítróttarøki. Kappingargreinar verða fastlagdar áðrenn kappingarbyrjan. Kappast verður í spurti, miðteinum, kasti og lopi hvønn kappingardag. Tvs. at t.d. dreingir 10-11 hava fýra Grand Prix kappingar, og kappast í spurti, miðteini, kasti og lopi. Sami luttakari kann taka lut í øllum fýra kappingargreinum í sínum aldursbólki.

Kappingar
1. Tórsbreyt fríggjadagur 18. mai – Bragdið (tilmelding í seinasta lagi mikukvøldið 16. mai)
2. Tórsbreyt leygardagur  9. juni – Hvirlan (tilmelding í seinasta lagi mikukvøldið 6.juni)
3. Tórsbreyt leygardagur 15.sept. –Treysti (tilmelding í seinasta lagi mikukvøldið 12. sept.)

Gevið gætur! Av tí at startlistar verða lagdir út á heimasíðuna undan kappingunum, er tilmeldingarfreistin fyrr enn vanligt. So minnist til at melda til í góðari tíð. Eingin tilmelding er á staðnum!

Stigatalva
Stig verða givin eftir hesum leisti:

Nr. 1 fær 10 stig
Nr. 2 fær 9 stig
Nr. 3 fær 8 stig
Nr. 4 fær 7 stig
Nr. 5 fær 6 stig
Nr. 6 fær 5 stig
Nr. 7 fær 4 stig
Nr. 8 fær 3 stig
Nr. 9 fær 2 stig
Nr. 10 fær 1 stig

Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir hvør íðkari hevur flest stig eftir øll trý umførini. Tvs. øll trý umførini telja við.

Stendur tað á jøvnum, vinnur íðkarin, sum hevur uppnátt flest stig í einari kapping. Stendur tað framvegis á jøvnum vinnur íðkarin, sum hevur næstflest stig í einari kapping osfr.

Heiðursmerkir
Heiðursmerkir verða latin til trý tey fremstu samanlagt í hvørjum aldursbólki í hvørji høvuðsgrein. Fyri at fáa heiðursmerki, skal íðkarin hava luttikið í minst tveimum Grand Prix kappingum.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF, sum er www.renn.fo, í seinasta lagi mikukvøldið undan kappingunum.

Umsiting
Kappingin verður umsitin av Kappingarnevndini hjá Frælsum Ítrótti Føroya (FÍF).