Leiðbeining tá kapping verður fráboðað

Leiðbeining tá kapping verður fráboðað

Allar kappingar skulu fráboðast á heimasíðuni hjá FÍF

Kappingarnevndin hjá FÍF fráboðar øll meistaraskap, og tær kappingar, sum FÍF skipar fyri. Tá kapping verður fráboða, skal hetta kunngerast:

1. Navn á kapping, hvar og nær

2. Kappingarslag

3. Kappingarbólkar (árg.)

4. Kappingargreinar

5. Kappingarinnbjóðan (ikki kravt)

6. Kappingartilmeldan (hvar og nær tilmelding fer fram)

7. Kappingarskrá (tíðarætlan, sum vísir nær tær ymsu greinarnar byrja)

8. Kappingarheimasíða hjá fyriskipara, sum vísir omanfyri standandi kunning (1.-7.) (á heimasíðu ella facebooksíðu)

Tað kunnu ganga upp til tríggir yrkadagar, frá fráboðan er móttikin hjá FÍF, til kappingin sást á heimasíðuni.

Fráboða kappingar so tíðliga sum møguligt og í seinasta lagi eina viku áðrenn kappingin fer fram. Tvs. er kapping mikudag, skal hon fráboðast mikudagin frammanundan.

Kappingar sum ikki lúka hesar treytir, verða ikki góðkendar í FÍF høpi.