Home Reglur Reglur Betri Stórkapping 2022

Reglur Betri Stórkapping 2022

by Gunnvá Wardum

Reglur Stórkappingin á breyt 2022

KAPPINGARREGLUR 2022
Grand Prix á Breyt

Navn og endamál
Almenna navnið á kappingini er BETRI Stórkappingin. Navnið kann broytast um ein stuðul ynskir og rindar fyri tað.

Reglur fyri luttøku
Kappingin er opin fyri øllum børnum, ungum og vaksnum. Fyri at luttaka og fáa stig í sjálvari Betri Stórkappingini, skal ein tó verða skrásettur limur í einum felag fyri frælsan ítrótt, áðrenn kappingardagin. Luttakararnir skula vera í singlet/t-shirt, ið umboðar litir felagsins, tá kappast verður.

Tað verður kappast í niðanfyri standandi bólkum og greinum:

GG: Børn (2015-2017) telja ikki við í Betri Stórkappingini

Aldurin verður roknaður, sum blivin aldur tá almanakkaárið er runnið. Tað verður skipað fyri einstaklinga kapping í øllum bólkunum.

Kappingarsløg
Kappingarnar fara allar fram á frælsum ítróttarøki. Kappingargreinar verða fastlagdar áðrenn kappingarbyrjan. Kappast verður í spurti, miðteinum, kasti og lopi hvønn kappingardag. Tvs. at t.d. dreingir 10-11 hava fýra Betri Stórkappingar og kunnu kappast í spurti, miðteini, kasti og lopi. Sami luttakari kann taka lut í øllum fýra kappingargreinum í sínum aldursbólki.

Í tekniskum greinum fáa bólkarnir 8-9 ár, 10-11 ár, 12-13 ár og 14-15 ár tríggjar royndir, meðan bólkarnir 16-17 ár, 18-19 ár og menn/kvinnur fáa 3 royndir innleiðandi + 3 royndir til seks tey bestu.

Kappingar
1. BETRI Stórkapping – Tórsbreyt leygardag 14. mai kl. 11.00 – Bragdið (tilmelding í seinasta lagi týskvøldið 10. mai)
2. BETRI Stórkapping – Tórsbreyt Kristihimmalferðardag, hósdag 26. mai kl. 13.00 – Hvirlan (tilmelding í seinasta lagi sunnukvøldið 22. mai)
3. BETRI  Stórkapping – Tórsbreyt leygardag 4.juni. kl. 11.00 –Treysti/Roysnið (tilmelding í seinasta lagi týskvøldið 31. mai)

Leygarkvøldið 4. juni, eftir loknar kappingar, skipar FÍF fyri Betri Stórkapping Afterparty, har m.a. øll heiðursmerkir verða handað.

Minnist til at melda til í góðari tíð. Eingin tilmelding er á staðnum!

Stigatalva
Stig verða givin eftir hesum leisti:

Nr. 1 fær 10 stig
Nr. 2 fær 9 stig
Nr. 3 fær 8 stig
Nr. 4 fær 7 stig
Nr. 5 fær 6 stig
Nr. 6 fær 5 stig
Nr. 7 fær 4 stig
Nr. 8 fær 3 stig
Nr. 9 fær 2 stig
Nr. 10 fær 1 stig

Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir hvør íðkari hevur flest stig eftir øll trý umførini. Tvs. øll trý umførini telja við. Fyri at fáa heiðursmerki, skal íðkarin hava luttikið í minst tveimum Betri Stórkappingum.

Stendur tað á jøvnum, vinnur íðkarin, sum hevur uppnátt flest stig í einari kapping. Stendur tað framvegis á jøvnum vinnur rennarin, sum hevur næstflest stig í einari kapping osfr.

Heiðursmerkir
Heiðursmerkir verða latin til trý tey fremstu samanlagt í hvørjum aldursbólki í hvørji høvuðsgrein. Harumframt verður steyp latið gentu og dreingi, íð hevur savnað flest stig tilsamans í einum aldursbólki í bólkunum 8-9 ár, 10-11 ár, 12-13 ár og 14-15 ár, og tá telja allar kappingarnar við.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF, sum er www.fif.fo, í seinasta lagi týskvøldið undan kappingunum.

Umsiting
Kappingin verður umsitin av kappingarleiðara, ið verður útnevndur av kappingarnevndini hjá FíF.

Kontaktpersónur er Gunnvá Wardum, tlf 228611