Reglur Grand Prix kapping á breyt 2013

Reglur Grand Prix kapping Børn og Ung 2013

KAPPINGARREGLUR 2013
Grand Prix á Breyt

Navn og endamál
Almenna navnið á kappingini er Grand Prix á breyt. Navnið kann broytast um ein stuðul ynskir og rindar fyri tað.

Reglur fyri luttøku
Kappingin er opin fyri øllum børnum og ungum. Fyri at luttaka og fáa stig í sjálvari Grand Prix kappingini, skal ein tó verða skrásettur limur í einum felag fyri frælsan ítrótt, áðrenn kappingardagin. Luttakararnir skulu vera í singlet/t-thirt í umboðar litir felagsins, tá kappast verður.

Tað verður kappast í niðanfyri standandi bólkum og greinum:

 

(LO: Longdarlop, TRÍ: Trístøkk, HÆDD: Hæddarlop)

GG: Børn telja ikki við í Grand Prix

Aldurin verður roknaður, sum blivin aldur tá almanakkaárið er runnið. Tað verður skipað fyri einstaklinga kapping í øllum bólkunum.

Kappingarsløg
Kappingarnar fara allar fram á frælsum ítróttarøki. Kappingargreinar verða fastlagdar áðrenn kappingarbyrjan. Kappast verður í spurti, miðteinum, kasti og lopi hvønn kappingardag. Tvs. at t.d. dreingir 10-11 hava fýra Grand Prix kappingar, og kappast í spurti, miðteini, kasti og lopi. Sami luttakari kann taka lut í øllum fýra kappingargreinum í sínum aldursbólki.

Kappingar
1. Tórsbreyt leygardagur 25. mai – Bragdið (tilmelding í seinasta lagi týskvøldið 21. mai)
2. Tórsbreyt leygardagur  8. juni – Hvirlan (tilmelding í seinasta lagi týskvøldið 4.juni)
3. Tórsbreyt fríggjadagur 21.juni. –Treysti (tilmelding í seinasta lagi mánakvøldið 17. juni)

Leygardagin 22. juni skipa FÍF fyri Grand Prix afterparty har m.a. øll heiðursmerkir verða handaði.

Gevið gætur! Av tí at startlistar verða lagdir út á heimasíðuna undan kappingunum, er tilmeldingarfreistin fyrr enn vanligt. So minnist til at melda til í góðari tíð. Eingin tilmelding er á staðnum!

Stigatalva
Stig verða givin eftir hesum leisti:

Nr. 1 fær 10 stig
Nr. 2 fær 9 stig
Nr. 3 fær 8 stig
Nr. 4 fær 7 stig
Nr. 5 fær 6 stig
Nr. 6 fær 5 stig
Nr. 7 fær 4 stig
Nr. 8 fær 3 stig
Nr. 9 fær 2 stig
Nr. 10 fær 1 stig

Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir hvør íðkari hevur flest stig eftir øll trý umførini. Tvs. øll trý umførini telja við.

Stendur tað á jøvnum, vinnur íðkarin, sum hevur uppnátt flest stig í einari kapping. Stendur tað framvegis á jøvnum vinnur rennarin, sum hevur næstflest stig í einari kapping osfr.

Heiðursmerkir
Heiðursmerkir verða latin til trý tey fremstu samanlagt í hvørjum aldursbólki í hvørji høvuðsgrein.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF, sum er www.fif.fo, í seinasta lagi týskvøld fyri 1. og 2. umfar og mánakvøld fyri 3. umfar undan kappingunum.

Umsiting
Kappingin verður umsitin av Kappingarnevndini hjá Frælsum Ítrótti Føroya (FÍF).