Reglur Grand Prix kapping á breyt 2014

Reglur Grand Prix kapping á breyt 2014

KAPPINGARREGLUR 2014
Grand Prix á Breyt

Navn og endamál
Almenna navnið á kappingini er Grand Prix á breyt. Navnið kann broytast um ein stuðul ynskir og rindar fyri tað.

Reglur fyri luttøku
Kappingin er opin fyri øllum børnum og ungum. Fyri at luttaka og fáa stig í sjálvari Grand Prix kappingini, skal ein tó verða skrásettur limur í einum felag fyri frælsan ítrótt, áðrenn kappingardagin. Luttakararnir skulu vera í singlet/t-thirt í umboðar litir felagsins, tá kappast verður.

Tað verður kappast í niðanfyri standandi bólkum og greinum:

GRAND PRIX Á BREYT 2014 nýtt-1000m

(LO: Longdarlop, TRÍ: Trístøkk, HÆDD: Hæddarlop)

GG: Børn telja ikki við í Grand Prix

Aldurin verður roknaður, sum blivin aldur tá almanakkaárið er runnið. Tað verður skipað fyri einstaklinga kapping í øllum bólkunum.

Kappingarsløg
Kappingarnar fara allar fram á frælsum ítróttarøki. Kappingargreinar verða fastlagdar áðrenn kappingarbyrjan. Kappast verður í spurti, miðteinum, kasti og lopi hvønn kappingardag. Tvs. at t.d. dreingir 10-11 hava fýra Grand Prix kappingar, og kappast í spurti, miðteini, kasti og lopi. Sami luttakari kann taka lut í øllum fýra kappingargreinum í sínum aldursbólki.

Kappingar
GP – 1. Tórsbreyt leygardagur 24. mai – Treysti (tilmelding í seinasta lagi týskvøldið 20. mai)
GP – 2. Tórsbreyt leygardagur  7. juni – Hvirlan (tilmelding í seinasta lagi týskvøldið 3.juni)
GP – 3. Tórsbreyt leygardagur 21.juni. –Bragdið (tilmelding í seinasta lagi týskvøldið 17. juni)

Leygarkvøldið eftir loknar kapping 21. juni skipar FÍF fyri Grand Prix afterparty har m.a. øll heiðursmerkir verða handaði.

Gevið gætur! Av tí at startlistar verða lagdir út á heimasíðuna undan kappingunum, er tilmeldingarfreistin fyrr enn vanligt. So minnist til at melda til í góðari tíð. Eingin tilmelding er á staðnum!

Stigatalva
Stig verða givin eftir hesum leisti:

Nr. 1 fær 10 stig
Nr. 2 fær 9 stig
Nr. 3 fær 8 stig
Nr. 4 fær 7 stig
Nr. 5 fær 6 stig
Nr. 6 fær 5 stig
Nr. 7 fær 4 stig
Nr. 8 fær 3 stig
Nr. 9 fær 2 stig
Nr. 10 fær 1 stig

Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir hvør íðkari hevur flest stig eftir øll trý umførini. Tvs. øll trý umførini telja við.

Stendur tað á jøvnum, vinnur íðkarin, sum hevur uppnátt flest stig í einari kapping. Stendur tað framvegis á jøvnum vinnur rennarin, sum hevur næstflest stig í einari kapping osfr.

Heiðursmerkir
Heiðursmerkir verða latin til trý tey fremstu samanlagt í hvørjum aldursbólki í hvørji høvuðsgrein.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF, sum er www.fif.fo, í seinasta lagi týskvøldið undan kappingunum.

Umsiting
Kappingin verður umsitin av Kappingarnevndini hjá Frælsum Ítrótti Føroya (FÍF).