Reglur Grand Prix kapping Børn og Ung 2009

 

KAPPINGARREGLUR 2009
Grand Prix kapping fyri Børn og Ung á Breyt

Navn og endamál
Almenna navnið á kappingini er Grand Prix kappingin fyri Børn og Ung. Navnið kann broytast um ein stuðul ynskir og rindar fyri tað.

Reglur fyri luttøku
Kappingin er opin fyri øllum børnum og ungum. Fyri at luttaka og fáa stig í sjálvari Grand Prix kappingini, skal ein tó verða skrásettur limir í einum felag fyri frælsan ítrótt, áðrenn kappingardagin.

Tað verður kappast í niðanfyri standandi bólkum og greinum: 

 

 BÓLKUR  ÁRG.  SPURTTEINAR MIÐTEINAR KAST LOP
 GP1  GP2  GP3  GP1  GP2  GP3  GP 1/2/3  GP 1/2/3
 Gentur 8-9  2000-2001  40m  60m  40m  400m  800m  400m  Kúla/Kúla/Bólt  Longd/Longd/Longd
 Dreingir 8-9  2000-2001  40m  60m  40m  400m  800m  400m  Kúla/Kúla/Bólt  Longd/Longd/Longd
 Gentur 10-11  1998-1999  60m  80m  200m  600m  800m  600m  Spjót/Kúla/Bólt  Longd/Longd/Longd
 Dreingir 10-11  1998-1999  60m  80m  200m  600m  800m  600m  Spjót/Kúla/Kúla  Longd/Longd/Longd
 Gentur 12-13  1996-1997  60m  80m  200m  600m  800m  1.000m  Spjót/Kúla/Diskos  Longd/Longd/Trístøkk
 Dreingir 12-13  1996-1997  60m  80m  200m  600m  800m  1.000m  Spjót/Kúla/Diskos  Longd/Longd/Trístøkk
 Gentur 14-15  1994-1995  100m  200m  100m  800m  1.000m  1.500m  Spjót/Kúla/Diskos  Longd/Longd/Trístøkk
 Dreingir 14-15  1994-1995  100m  200m  100m  800m  1.000m  1.500m  Spjót/Kúla/Diskos  Longd/Longd/Trístøkk
 Gentur 16-17  1992-1993  100m  200m  400m  800m  1.000m  1.500m  Spjót/Kúla/Diskos  Longd/Longd/Trístøkk
 Dreingir 16-17  1992-1993  100m  200m  400m  800m  1.000m  1.500m  Spjót/Kúla/Diskos  Longd/Longd/Trístøkk
 Gentur 18-19  1990-1991  100m  200m  400m  800m  1.000m  1.500m  Spjót/Kúla/Diskos  Longd/Longd/Trístøkk
 Dreingir 18-19  1990-1991  100m  200m  400m  800m  1.000m  1.500m  Spjót/Kúla/Diskos Longd/Longd/Trístøkk

Aldurin verður roknaður, sum blivin aldur tá almanakkaárið er runnið. Tað verður skipað fyri einstaklinga kapping í øllum bólkunum.

Kappingarsløg
Kappingarnar fara allar fram á frælsum ítróttarøki. Kappingargreinar verða fastlagdar áðrenn kappingarbyrjan. Kappast verður í spurti, miðteinum, kasti og lopi hvønn kappingardag. Tvs. at t.d. dreingir 10-11 hava fýra Grand Prix kappingar, og kappast í spurti, miðteini, kasti og lopi. Sami luttakari kann taka lut í øllum fýra kappingargreinum í sínum aldursbólki.

Kappingar
1. Tórsbreyt mikudagur 20. mai – Bragdið
2. Svangaskarð mikudagur 24. juni – Treysti
3. Tórsbreyt mikudagur 19. august – Hvirlan

Stigtalva
Norska “Tyrvingetabellen” verður brúkt at geva stig eftir í hvørjari einstakari kappingargrein.
(GG: Stigatalvan kann ikki nýtast til at samanbera úrslit og árgangir).

Stig verða givin eftir stigatalvuni hjá tí eldra árganginum í bólkinum. Tvs. at t.d. dreingir 12-13, fáa stig eftir dreingir 13 ár, og at t.d. gentur 16-17 fáa stig eftir gentur 17 ár. Hjá børnum 8-9 verður stigatalva hjá DAF brúkt.

Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir tveimum teimum bestu umførunum í stigum, sum íðkarin hevur fingið. Tvs. stigini av tveimum teimum bestu umførunum verða løgd saman.

Stendur tað á jøvnum, vinnur íðkarin, sum hevur uppnátt flest stig í einari kapping. Stendur tað framvegis á jøvnum vinnur rennarin, sum hevur næstflest stig í einari kapping osfr.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF, sum er www.renn.fo.

Luttøkugjald
Luttøkugjaldið er kr. 50 fyri hvørt Grand Prix

Umsiting
Kappingin verður umsitin av Kappingarnevndini hjá Frælsum Ítrótti Føroya (FÍF).