Reglur Grand Prix kapping Børn og Ung 2010

KAPPINGARREGLUR 2010
Grand Prix kapping fyri Børn og Ung á Breyt

Navn og endamál
Almenna navnið á kappingini er Grand Prix kappingin fyri Børn og Ung. Navnið kann broytast um ein stuðul ynskir og rindar fyri tað.

Reglur fyri luttøku
Kappingin er opin fyri øllum børnum og ungum. Fyri at luttaka og fáa stig í sjálvari Grand Prix kappingini, skal ein tó verða skrásettur limur í einum felag fyri frælsan ítrótt, áðrenn kappingardagin. Luttakararnir skulu vera í singlet/t-thirt í umboðar litir felagsins, tá kappast verður.

Tað verður kappast í niðanfyri standandi bólkum og greinum: 

(LO: Longdarlop, TRÍ: Trístøkk, HÆDD: Hæddarlop)

Aldurin verður roknaður, sum blivin aldur tá almanakkaárið er runnið. Tað verður skipað fyri einstaklinga kapping í øllum bólkunum.

Kappingarsløg
Kappingarnar fara allar fram á frælsum ítróttarøki. Kappingargreinar verða fastlagdar áðrenn kappingarbyrjan. Kappast verður í spurti, miðteinum, kasti og lopi hvønn kappingardag. Tvs. at t.d. dreingir 10-11 hava fýra Grand Prix kappingar, og kappast í spurti, miðteini, kasti og lopi. Sami luttakari kann taka lut í øllum fýra kappingargreinum í sínum aldursbólki.

Kappingar
1. Tórsbreyt hósdagur 27. mai – Bragdið (tilmelding í seinasta lagi sunnukvøldið 23. mai)
2. Svangaskarð mikudagur 09. juni kl. 18.00 – Treysti (tilmelding í seinasta lagi sunnukvøldið 6. juni)
3. Tórsbreyt leygardagur 25.juni – Hvirlan (tilmelding í seinasta lagi sunnukvøldið 20. juni)
4. Svangaskarð mikudagur 04. august kl. 18.00 – Treysti (tilmelding í seinasta lagi sunnukvøldið 1. august)
5. Tórsbreyt mikudagur 25. august- Bragdið (tilmelding í seinasta lagi sunnukvøldið 22. august)

Gevið gætur! Av tí at startlistar verða lagdir út á heimasíðuna undan kappingunum, er tilmeldingarfreistin fyrr enn vanligt. So minnist til at melda til í góðari tíð. Eingin tilmelding er á staðnum!

Stigatalva
Norska “Tyrvingetabellen” verður brúkt at geva stig eftir í hvørjari einstakari kappingargrein.
(GG: Stigatalvan kann ikki nýtast til at samanbera úrslit og árgangir). Leinkja til ”Tyrvingetabellen” liggur á heimasíðuni undir “Reglur”.

Stig verða givin eftir stigatalvuni hjá tí eldra árganginum í bólkinum.
18-19 ár fáa stig eftir 19 ár
16-17 ár fáa stig eftir 17 ár
14-15 ár fáa stig eftir 15 ár
12-13 ár fáa stig eftir 13 ár
10-11 ár fáa stig eftir 11 ár
8-9 ár fáa stig eftir 10 ár

Tvs. at t.d. dreingir 12-13, fáa stig eftir dreingir 13 ár, og at t.d. gentur 16-17 fáa stig eftir gentur 17 ár. Hjá børnum 8-9 verður stigatalva hjá 10 ár brúkt.

Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir tveimum teimum bestu umførunum í stigum, sum íðkarin hevur fingið. Tvs. stigini av tveimum teimum bestu umførunum verða løgd saman.

Stendur tað á jøvnum, vinnur íðkarin, sum hevur uppnátt flest stig í einari kapping. Stendur tað framvegis á jøvnum vinnur rennarin, sum hevur næstflest stig í einari kapping osfr.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF, sum er www.renn.fo.

Umsiting
Kappingin verður umsitin av Kappingarnevndini hjá Frælsum Ítrótti Føroya (FÍF).