Reglur Grand Prix kapping Børn og Ung 2008

KAPPINGARREGLUR 2008
Grand Prix kapping fyri Børn og Ung á Breyt

Navn og endamál
Almenna navnið á kappingini er Grand Prix kappingin fyri Børn og Ung. Navnið kann broytast um ein stuðul ynskir og rindar fyri tað.

Reglur fyri luttøku
Kappingin er opin fyri øllum børnum og ungum. Fyri at luttaka og fáa stig í sjálvari Grand Prix kappingini, skal ein tó verða skrásettur limir í einum felag fyri frælsan ítrótt, áðrenn kappingardagin.

Tað verður kappast í niðanfyri standandi bólkum og greinum: 

BÓLKUR

ÁRG.

SPURTTEINAR

MIÐTEINAR

KAST

LOP

GP1

GP2

GP3

GP1

GP2

GP3

GP123

GP123

Gentur 10-11

1997-1998

60m

100m

200m

600m

800m

1.000m

Kúla

Longd

Dreingir 10-11

1997-1998

60m

100m

200m

600m

800m

1.000m

Kúla

Longd

Gentur 12-13

1995-1996

80m

100m

200m

600m

1.000m

1.500m

Kúla

Longd

Dreingir 12-13

1995-1996

80m

100m

200m

600m

1.000m

1.500m

Kúla

Longd

Gentur 14-15

1993-1994

100m

200m

400m

800m

1.500m

2.000m

Kúla

Longd

Dreingir 14-15

1993-1994

100m

200m

400m

800m

1.500m

2.000m

Kúla

Longd

Gentur 16-17

1991-1992

100m

200m

400m

800m

1.500m

2.000m

Kúla

Longd

Dreingir 16-17

1991-1992

100m

200m

400m

800m

1.500m

2.000m

Kúla

Longd

(GG: Kastigreinarnar kunnu blíva broyttar) 

Aldurin verður roknaður, sum blivin aldur tá almanakkaárið er runnið. Tað verður skipað fyri einstaklinga kapping í øllum bólkunum.

Kappingarsløg
Kappingarnar fara allar fram á frælsum ítróttar økið. Kappingargreinar verða fastløgdar áðrenn kappingarbyrjan. Kappast verður í spurti, miðteinum, kasti og hvønn kappingardag. Tvs. at t.d. dreingir 10-11 hava fýra Grand Prix kappingar, og kappast í spurti, miðteini, kasti og lopi. Sami luttakari kann taka lut í øllum trimum kappingunum í sínum aldursbólki.

Kappingar
1. Svangsskarð týsdagur 28. mai
2. Svangaskarð mikudagur 18. juni
3. Svangaskarð mikudagur 16. juli (í Tórshavn um breytin er liðug til tað tíð)

Stigtalva
Norska “Tyrvingetabellen” verður brúkt at geva stig eftir í hvørjari einstakari kappingargrein.
(GG: Stigatalvan kann ikki nýtast til at samanbera úrslit og árgangir).

Stig verða givin eftir stigatalvuni hjá tí eldra árganginum í bólkinum. Tvs. at t.d. dreingir 12-13, fáa stig eftir dreingir 13 ár, og at t.d. gentur 16-17 fáa stig eftir gentur 17 ár.

Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir miðal av tveimum av teimum bestu umførunum í stigum, sum íðkarin hevur fingið.

Stendur tað á jøvnum, vinnur íðkarin, sum hevur uppnátt flest stig í einari kapping. Stendur tað framvegis á jøvnum vinnur rennarin, sum hevur næstflest stig í einari kapping osfr.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á heimasíðuni ella á staðnum hálvan tíma áðrenn kappingarbyrjan.

Umsiting
Kappingin verður umsitin av Kappingarnevndini hjá Frælsum Ítrótti Føroya (FÍF).