Reglur TF Stórkappingin 2015

Reglur Grand Prix kapping á breyt 2015

KAPPINGARREGLUR 2015
Grand Prix á Breyt

Navn og endamál
Almenna navnið á kappingini er TF Stórkappingin. Navnið kann broytast um ein stuðul ynskir og rindar fyri tað.

Reglur fyri luttøku
Kappingin er opin fyri øllum børnum og ungum. Fyri at luttaka og fáa stig í sjálvari TF Stórkappingini, skal ein tó verða skrásettur limur í einum felag fyri frælsan ítrótt, áðrenn kappingardagin. Luttakararnir skulu vera í singlet/t-thirt í umboðar litir felagsins, tá kappast verður.

Tað verður kappast í niðanfyri standandi bólkum og greinum:

GRAND PRIX Á BREYT 2015 greinar

GG: Børn telja ikki við í TF Stórkappingini

Aldurin verður roknaður, sum blivin aldur tá almanakkaárið er runnið. Tað verður skipað fyri einstaklinga kapping í øllum bólkunum.

Kappingarsløg
Kappingarnar fara allar fram á frælsum ítróttarøki. Kappingargreinar verða fastlagdar áðrenn kappingarbyrjan. Kappast verður í spurti, miðteinum, kasti og lopi hvønn kappingardag. Tvs. at t.d. dreingir 10-11 hava fýra TF Stórkappingar og kunnu kappast í spurti, miðteini, kasti og lopi. Sami luttakari kann taka lut í øllum fýra kappingargreinum í sínum aldursbólki.

Í tekniskum greinum fáa bólkarnir 8-9 ár, 10-11 ár, 12-13 ár og 14-15 ár tríggjar royndir, meðan bólkarnir 16-17 ár, 18-19 ár og menn/kvinnur fáa 3 royndir innleiðandi + 3 royndir til seks tey bestu.

Kappingar
1. TF Stórkapping – Tórsbreyt leygardagur 23. mai kl. 12.00 – Hvirlan (tilmelding í seinasta lagi týskvøldið 19. mai)
2. TF Stórkapping – Tórsbreyt leygardagur  30. mai kl. 12.00 – Bragdið (tilmelding í seinasta lagi týskvøldið 26.juni)
3. TF Stórkapping – Tórsbreyt leygardagur 20.juni. kl. 12.00 –Treysti/Roysnið (tilmelding í seinasta lagi týskvøldið 16. juni)

Leygarkvøldið eftir loknar kapping 20. juni skipar FÍF fyri TF Stórkapping Afterparty har m.a. øll heiðursmerkir verða handaði.

Gevið gætur! Av tí at startlistar verða lagdir út á heimasíðuna undan kappingunum, er tilmeldingarfreistin fyrr enn vanligt. So minnist til at melda til í góðari tíð. Eingin tilmelding er á staðnum!

Stigatalva
Stig verða givin eftir hesum leisti:

Nr. 1 fær 10 stig
Nr. 2 fær 9 stig
Nr. 3 fær 8 stig
Nr. 4 fær 7 stig
Nr. 5 fær 6 stig
Nr. 6 fær 5 stig
Nr. 7 fær 4 stig
Nr. 8 fær 3 stig
Nr. 9 fær 2 stig
Nr. 10 fær 1 stig

Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir hvør íðkari hevur flest stig eftir øll trý umførini. Tvs. øll trý umførini telja við.Fyri at fáa heiðursmerki, skal íðkarin hava luttikið í minst tveimum TF Stórkappingum.

Stendur tað á jøvnum, vinnur íðkarin, sum hevur uppnátt flest stig í einari kapping. Stendur tað framvegis á jøvnum vinnur rennarin, sum hevur næstflest stig í einari kapping osfr.

Heiðursmerkir
Heiðursmerkir verða latin til trý tey fremstu samanlagt í hvørjum aldursbólki í hvørji høvuðsgrein. Harumframt verður steyp latið gentu og dreingi, íð hevur savnað flest stig tilsamans í einum aldursbólki í bólkunum 8-9 ár, 10-11 ár, 12-13 ár og 14-15 ár, og tá telja allar kappingarnar við.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF, sum er www.fif.fo, í seinasta lagi týskvøldið undan kappingunum.

Umsiting
Kappingin verður umsitin av Kappingarnevndini hjá Frælsum Ítrótti Føroya (FÍF).

Hallur Holm, Guttorm Sørensen, Regin Thomsen, Tummas N. Arge og Rúni Seloy

Edit