TF-Vetrarkappingin 2013/14

REGLUR – VETRARKAPPINGIN Í RENNING 2013/2014

Endamál
Endamálið við kappingini er at skapa dygdargóðar kappingar fyri rennarar á einum hvørjum støði, og at økja og styrkja um áhugan fyri renning yvirhøvur.

Navn
Almenna navnið á kappingini er: TF Vetrarkappingin 2013/2014

Reglur fyri luttøku
Kappingin er fyri allar limir í frælsu ítróttafeløgunum í landinum, sum eru limur í FÍF. Kappingarnevndin hjá FÍF kann geva undantaksloyvi til einstaklingar í serligum førum.

Bert rennarar, sum eru skrásettir limir í einum felag áðrenn kappingardag, kunnu telja við.

Tað verður kappast í hesum bólkum:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -1997)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1959-1968)
-Menn Superveteranar (f. 1958 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1993-1997)
-Gentur / Dreingir (f. 1998-2002)

Einstaklinga- og liðkapping
Tað verður skipað fyri einstaklinga-  og liðkapping. Tríggir rennarar eru á hvørjum liði. Hvørt felag kann hava upp til trý lið hjá monnum og trý lið hjá kvinnum. Tvs. rennari nr. 1.-3. hjá felagnum manna lið 1, rennari 4.-6. manna lið 2 og rennari 7.-9. manna lið 3. Liðið fær somu stig sum rennarin fær í opna bólkinum.

Um ein rennari skiftir felag í Vetrkappingarári, verður hann ikki longur partur í liðkappingini. Stig vunnin í einstaklingakappingi fylgja við.

Kappingarsløg
Kappingarnar kunnu verða landsveg-, býar-, ella crossrenningar. Kappingarsløg verða fastløgd áðrenn kappingarbyrjan.

Kappingar
Talið av kappingum er átta:
1. umfar – 09. November 2013 Runt Agnið – ca. 10,3 km (ca. 5 km) –Roysnið
2. umfar – 23. November 2013 Náttúrurenning Kerjar 10,5 km (1,5 km) – Hvirlan
3. umfar – 07. Desember 2013 í Tórshavn – ca. 11 km (ca. 3,5 km) – Bragdið
4. umfar – 11. Januar 2014 í Sørvági  – ca. 9 km (3 km) – Frælsi
5. umfar – 01. Februar 2014 í Havn – ca. 8 km FM cross (ca. 3 km) – Bragdið
6. umfar – 15. Februar 2014 í Hvannasundi –  ca. 8-10 km (3-4 km) – Treysti
7. umfar – 08. Mars 2014 í Vági  – ca 8 km (4 km) – Hvistan
8. umfar – 22. Mars 2014 í Runavík – FM 10 km (5 km) – Roysnið

Kvinnu- og mansunglingar renna sama tein, sum tey vaksnu. Teinurin í klombrum er teinurin, sum gentur og dreingir renna.

Kappingarnevndin loyvir, at motiónsrenning fer fram í somu renning sum TF-Vetrarkappingin.

Samanteljing
Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir stigum, sum hvør einstakur rennari ognar sær í hvørjari einstakari kapping. Fimm tey bestu av teimum átta umførunum telja við. Vinnari verður tann íðkarin, sum hevur ognað sær flest stig í minst fimm kappingum.

Samlaða liðkappingin verður avgjørd eftir hvørjir tríggir einstakir rennarar hjá felagnum liggja ovast eftir hvørt umfar. Í liðkappingini telja øll átta umførini. Eftir hvørt umfar eru tað teir tríggir rennararnir í felagnum, sum flest stig í einstaklingakappingini, sum mynda liðið.

Rennarar skulu í minsta lagið hava luttikið í fimm av teimum átta umførunum fyri at telja við í samlaðu einstaklinga- og likappingini.

Stigatalva:
1 = 50 stig
2 = 47 stig
3 = 45 stig
4 = 43 stig
5 = 41 stig
6 = 40 stig
7 = 39 stig
osfr.

Harumframt verða latin 1 bonusstig um ein hevur luttikið í seks kappingum,  2 bonusstig afturat um ein hevur luttikið í sjey kappingum og so 3 bonusstig afturat um ein hevur luttikið í øllum átta kappingunum. Bonusstig telja við í liðkappingini.

Stendur tað á jøvnum, vinnur einstaklingurin, sum hevur hevur flest sigrar osv.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á staðnum áðrenn kappingarbyrjan ella online á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, sum er www.fif.fo.

Umsitan
Kappingin verður umsitin av Frælsum Ítrótti Føroya (FÍF).

September 2013

Kappingarnevndin hjá Frælsur Ítróttur Føroya

Hallur Holm
Formaður