KAPPINGARREGLUR 2013
Summar Grand Prix Renning
Navn og endamál
Almenna navni á kappingini er Summar Grand Prix Renning. Navnið kann broytast um ein stuðul ynskir og rindar fyri tað.
Endamálið við kappingini er at skapa kappingar av høgari góðsku fyri rennarar á einum hvørjum støði, og at økja um áhugan fyri renning.
Reglur fyri luttøku
Kappingin er fyri øll fræls ítróttafeløg í landinum, sum eru limur í FÍF. Kappingarnevndin hjá FÍF kann geva undantaksloyvi til onnur feløg/einstaklingar í einstøkum førum. Heitt verður á luttakararnar, sum umboða felag, í størstan mun um at vera í singlet/t-shirt við litunum hjá felagnum.
Bert rennarar, sum eru skrásettir limir í einum felag, áðrenn kappingardag, kunnu fáa stig.
Tað verður kappast í flokkunum:
• Kvinnur opin bólkur (f. -1997) tvs. 16 ár ella eldri
• Menn opin bólkur (f. -1997) tvs. 16 ár ella eldri
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1958-1967) tvs. 46-55 ár
• Menn (M45+) veteranar (f. 1958-1967) tvs. 46-55 ár
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1957 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
• Menn (M55+)superveteranar (f. -1957 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
Aldurin verður roknaður, sum blivin aldur, tá árið 2013 er runnið.
Tað verður einans skipað fyri einstaklingakapping.
Ein rennari kann skifta felag í kappingarárinum.
Kappingarsløg
Kappingarnar kunnu verða landsveg-, býar-, bana- ella crossrenning. Kappingarsløg verða fastløgd áðrenn kappingarbyrjan.
Kappingar
Talið av kappingum verður ásett á hvørjum árið, tað kann verða skiftandi frá ári til ár. Í 2013 verða sjey kappingar.
1. Norðoyastevna (Klaksvík) leygardagin 1. juni kl. 11.00 – 5 km
2. Sundalagsstevna (Hvalvík) leygardagin 15. juni
3. Fjarðanstevna (Skála) sunnudagur 23. juni kl. 16.00 – 7,5 km (umleið)
4. Jóansøka (Tvøroyri) leygardagur 29. juni kl. ??.00 – ? km
5. Eystanstevn (Fuglafjørður) 6.-7. juli kl. ??.?? – ?? km
6. Vestanstevna (Sørvágur) 13. juli kl. ??.?? – ?? km
7. Ólavsøka (Tórshavn) leygardagu 27. juli – 5 km
Kappingarnevndin loyvir at motiónsrenning fer fram í somu renning sum Grand Prix renningin.
Stigtalva:
nr.1 = 40 stig
nr.2 = 34 stig
nr.3 = 30 stig
nr.4 = 26 stig
nr.5 = 23 stig
nr.6 = 20 stig
nr.7 = 18 stig
nr.8 = 16 stig
nr.9 = 14 stig
nr.10 = 12 stig
nr.11 = 10 stig
nr.12 = 9 stig
nr.13 = 8 stig
nr.14 = 7 stig
nr.15 = 6 stig
nr.16 = 5 stig
nr.17 = 4 stig
nr.18 = 3 stig
nr.19 = 2 stig
nr.20 = 1 stig
Bonusstig
Harumframt fær rennari í hevur gjøgnumført 6 kappingar 2 bonusstig, og gjøgnumførir rennarin allar 7 kappingarnar, so fær hann 3 bonusstig afturat. Tvs. møguleiki er at ogna sær samanlagt 5 bonusstig.
Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir fimm av teimum bestu teljandi umførunum, sum rennarin hevur fingið.
Stendur tað á jøvnum, vinnur einstaklingurin, sum hevur uppnátt flest stig í einari kapping. Stendur tað framvegis á jøvnum vinnur einstaklingurin, sum hevur næstflest stig í einari kapping osfr.
Tilmelding
Tilmelding fer fram online á www.fif.fo ella á staðnum áðrenn kappingarbyrjan. Heitt verður tó á luttakararnar um at melda til online.
Umsiting
Kappingin verður umsitin av Kappingarnevndini hjá Frælsum Ítrótti Føroya (FÍF).
Tórshavn
18. apríl 2013
Kappingarnevndin
Hallur Holm, Guttorm Sørensen og Tummas N. Arge