Summar Grand Prix Renning 2014 – Reglur

KAPPINGARREGLUR 2014

Summar Grand Prix Renning

Navn og endamál
Almenna navni á kappingini er Summar Grand Prix Renning. Navnið kann broytast um ein stuðul ynskir og rindar fyri tað.

Endamálið við kappingini er at skapa kappingar av høgari góðsku fyri rennarar á einum hvørjum støði, og at økja um áhugan fyri renning.

Reglur fyri luttøku
Kappingin er fyri øll fræls ítróttafeløg í landinum, sum eru limur í FÍF. Kappingarnevndin hjá FÍF kann geva undantaksloyvi til onnur feløg/einstaklingar í einstøkum førum. Heitt verður á luttakararnar, sum umboða felag, í størstan mun um at vera í singlet/t-shirt við litunum hjá felagnum.

Bert rennarar, sum eru skrásettir limir í einum felag, áðrenn kappingardag, kunnu fáa stig.

Tað verður kappast í flokkunum:

• Kvinnur opin bólkur (f. -1998) tvs. 16 ár ella eldri
• Menn opin bólkur (f. -1998) tvs. 16 ár ella eldri
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1959-1968) tvs. 46-55 ár
• Menn (M45+) veteranar (f. 1959-1968) tvs. 46-55 ár
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1958 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
• Menn (M55+)superveteranar (f. -1958 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri

Aldurin verður roknaður, sum blivin aldur, tá árið 2014 er runnið.

Tað verður einans skipað fyri einstaklingakapping.

Ein rennari kann skifta felag í kappingarárinum.

Kappingarsløg
Kappingarnar kunnu verða landsveg-, býar-, bana- ella crossrenning. Kappingarsløg verða fastløgd áðrenn kappingarbyrjan.

Kappingar
Talið av kappingum verður ásett á hvørjum árið, tað kann verða skiftandi frá ári til ár. Í 2013 verða sjey kappingar.

1. Norðoyastevna (Klaksvík) leygardagin 31. mai kl. 11.00 – 5 km (Treysti)
2. Sundalagsstevna (Hósvík) leygardagin 14. juni kl. ??.?? – ? km (Roysnið)
3. Eystanstevna (Runavík) sunnudagur 22. juni kl. ??.00 – ?  km (Roysnið)
4. Jóansøka (Vágur) leygardagur 28. juni kl. ??.00 – ? km (Hvistan)
5. Fjarðastevna (Vestmanna) leygardagur 5. juli kl. ??.?? – ?? km (Bragdið)
6. Vestanstevna (Miðvágur) 12. juli kl. ??.?? – ?? km (Frælsi)
7. Ólavsøka (Tórshavn)  Sunnudagur 27. juli – 5 km (Bragdið)

Kappingarnevndin loyvir at motiónsrenning fer fram í somu renning sum Grand Prix renningin.

Stigtalva:
nr.1 = 40 stig
nr.2 = 34 stig
nr.3 = 30 stig
nr.4 = 26 stig
nr.5 = 23 stig
nr.6 = 20 stig
nr.7 = 18 stig
nr.8 = 16 stig
nr.9 = 14 stig
nr.10 = 12 stig
nr.11 = 10 stig
nr.12 = 9 stig
nr.13 = 8 stig
nr.14 = 7 stig
nr.15 = 6 stig
nr.16 = 5 stig
nr.17 = 4 stig
nr.18 = 3 stig
nr.19 = 2 stig
nr.20 = 1 stig

Bonusstig
Harumframt fær rennari í hevur gjøgnumført 6 kappingar 2 bonusstig, og gjøgnumførir rennarin allar 7 kappingarnar, so fær hann 3 bonusstig afturat. Tvs. møguleiki er at ogna sær samanlagt 5 bonusstig.

Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir fimm av teimum bestu teljandi umførunum, sum rennarin hevur fingið.

Stendur tað á jøvnum, vinnur einstaklingurin, sum hevur uppnátt flest stig í einari kapping. Stendur tað framvegis á jøvnum vinnur einstaklingurin, sum hevur næstflest stig í einari kapping osfr.

Tilmelding
Tilmelding fer fram online á www.fif.fo  ella á staðnum áðrenn kappingarbyrjan. Heitt verður tó á luttakararnar um at melda til online.

Umsiting
Kappingin verður umsitin av Kappingarnevndini hjá Frælsum Ítrótti Føroya (FÍF).

 

Tórshavn

Várið 2014

Kappingarnevndin
Hallur Holm, Guttorm Sørensen, Regin Thomsen og Tummas N. Arge