Reglur Grand Prix kapping vaksin 2009

KAPPINGARREGLUR 2009

Grand Prix Renning

Navn og endamál
Almenna navni á kappingini er Grand Prix Renning. Navnið kann broytast um ein stuðul ynskir og rindar fyri tað.

Endamálið við kappingini er at skapa kappingar av høgari góðsku fyri rennarar á einum hvørjum støði, og at økja um áhugan fyri renning.

Reglur fyri luttøku
Kappingin er fyri øll fræls ítróttafeløg í landinum, sum eru limur í FÍF. Kappingarnevndin hjá FÍF kann geva undantaksloyvi til onnur feløg/einstaklingar í einstøkum førum.

Bert rennarir, sum eru skrásettir limir í einum felag, áðrenn kappingardag kunnu fáa stig.

Tað verður kappast í flokkunum:

• Kvinnur opin bólkur (f. -1993) tvs. 16 ár ella eldri
• Menn opin bólkur (f. -1993) tvs. 16 ár ella eldri
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1963-1954) tvs. 46-55 ár
• Menn (M45+) veteranar (f. 1963-1954) tvs. 46-55 ár
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1953 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
• Menn (M55+)superveteranar (f. -1953 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri

Aldurin verður roknaður, sum blivin aldur, tá árið er runnið.

Tað verður einans skipað fyri einstaklingakapping.

Ein rennari kann skifta felag í kappingarárinum.

Kappingarsløg
Kappingarnar kunnu verða landsveg-, býar-, bana- ella crossrenning. Kappingarsløg verða fastløgd áðrenn kappingarbyrjan.

Kappingar
Talið av kappingum verður ásett á hvørjum árið, tað kann verða skiftandi frá ári til ár. Í 2009 verða seks kappingar.

1. Norðoyastevna (Klaksvík) 6. juni –  kl. 12.00 – 5 km
2. Fjarðastevna (Skáli) Fríggjakvøldið 12. juni kl. 19.00 – uml. 8,5 km
3. Sundalagsstevna ( Kollafjørður) 20. juni –  kl. 10.30 – uml. 8 km
4. Eystanstevna (Runavík) Týskvøldið  7. juli kl. 18.00 – 10 km (samstundis FM)
5. Vestanstevna (Sandavágur) Fríggjakvøldið 10. juli – ikki fastlagt enn
6. Ólavsøka (Tórshavn)  Mánakvøldið 27. juli – 5 km

Kappingarnevndin loyvir at motiónsrenning fer fram í somu renning sum Grand Prix renningin.

Stigtalva:
nr.1 = 40 stig,
nr.2 = 34 stig,
nr.3 = 30 stig,
nr.4 = 26 stig,
nr.5 = 23 stig,
nr.6 = 20 stig,
nr.7 = 18 stig,
nr.8 = 16 stig,
nr.9 = 14 stig,
nr.10 = 12 stig,
nr.11 = 10 stig,
nr.12 = 9 stig,
nr.13 = 8 stig
nr.14 = 7 stig
nr.15 = 6 stig
nr.16 = 5 stig
nr.17 = 4 stig
nr.18 = 3 stig
nr.19 = 2 stig
nr.20 = 1 stig

Bonusstig
Harumframt fær rennari í hevur gjøgnumført minst 5 kappingar 3 bonusstig og rennari í hevur gjøgnumført allar 6 kappingarnar 5 bonusstig.

Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir fýra av teimum bestu teljandi umførunum, sum rennarin hevur fingið.

Stendur tað á jøvnum, vinnur einstaklingurin, sum hevur uppnátt flest stig í einari kapping. Stendur tað framvegis á jøvnum vinnur einstaklingurin, sum hevur næstflest stig í einari kapping osfr.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á staðnum áðrenn kappingarbyrjan ella online á www.athletics.fo

Umsiting
Kappingin verður umsitin av Kappingarnevndini hjá Frælsum Ítrótti Føroya (FÍF).