Vetrarkappingin 2009-2010

REGLUR – VETRARKAPPINGIN Í RENNING 2009/2010

Endamál
Endamálið við kappingini er at skapa dygdargóðar kappingar fyri rennarar á einum hvørjum støði, og at økja og styrkja um áhugan fyri renning yvirhøvur.

Reglur fyri luttøku
Kappingin er fyri allar limir í frælsu ítróttafeløgunum í landinum, sum eru limur í FÍF. Kappingarnevndin hjá FÍF kann geva undantaksloyvi til einstaklingar í serligum førum.

Bert rennarar, sum eru skrásettir limir í einum felag áðrenn kappingardag, kunnu telja við.

Tó kann ein, sum ikki er limur eftir fyrsta umfar, í seinasta lagi áðrenn næsta umfar blíva skrásettur í einum felagið og samstundis telja við í kappingini.

Tað verður kappast í hesum bólkum:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -1993)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1955-1964)

-Menn Superveteranar (f. 1954 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1989-1993)
-Gentur / Dreingir (f. 1994-1998)

Tað verður einans skipað fyri einstaklingakapping. Ein rennari kann skifta felag í sama kappingarári.

Kappingarsløg
Kappingarnar kunnu verða landsveg-, býar-, ella crossrenning. Kappingarsløg verða fastløgd áðrenn kappingarbyrjan.

Kappingar
Talið av kappingum er fimm:
1. umfar – 14. November 2009 Runt Agnið – 10,3 km (5 km) – Roysnið/Treysti
2. umfar – 05. Desember 2009 í Tórshavn – 12 km (3,5 km) – Bragdið
3. umfar – 30. Januar 2010 í Hvalvík/Streymnes – 7,7 km (2,5 km) – Bragdið
4. umfar – 20. Februar 2010 í Hvannasundi – 10 km (4 km) – Treysti
5. umfar – 27. Mars 2010 í Várkapping í Runavík – 10 km (5 km) – Roysnið

Kvinnu- og mansunglingar renna sama tein, sum tey vaksnu. Teinurin í klombrum er teinurin, sum gentur og dreingir renna.

Kappingarnevndin loyvir, at motiónsrenning fer fram í somu renning sum vetrarkappingin.

Samanteljing
Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir stigum, sum hvør einstakur rennari ognar sær í hvørjari einstakari kapping. Trý tey bestu av teimum fimm umførunum telja við. Vinnari verður tann íðkarin, sum hevur ognað sær flest stig.

Ein skal í minsta lagið hava luttikið í trimum av teimum fimm umførunum fyri at telja við í samlaðu kappingini.

Stigatalva:
1 = 50 stig
2 = 47 stig
3 = 45 stig
4 = 43 stig
5 = 41 stig
6 = 40 stig
7 = 39 stig
osfr.

Harumframt verða latin 3 bonusstig um ein hevur luttikið í fýra kappingum og 5 bonusstig um ein hevur luttikið í øllum fimm kappingunum.

Stendur tað á jøvnum, vinnur einstaklingurin, sum hevur hevur flest sigrar osv.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á staðnum áðrenn kappingarbyrjan ella online á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, sum er www.athletics.fo ella www.renn.fo.

Umsitan
Kappingin verður umsitin av Frælsum Ítrótti Føroya (FÍF).

Oktober 2009

Kappingarnevndin hjá Frælsur Ítróttur Føroya

Hallur Holm
Formaður