TF Vetrarkappingin 2015/16

REGLUR – VETRARKAPPINGIN Í RENNING 2015/2016

Endamál
Endamálið við kappingini er at skapa dygdargóðar kappingar fyri rennarar á einum hvørjum støði, og at økja og styrkja um áhugan fyri renning yvirhøvur.

Navn
Almenna navnið á kappingini er: TF Vetrarkappingin 2015/2016

Reglur fyri luttøku
Kappingin er fyri allar limir í frælsu ítróttafeløgunum í landinum, sum eru limur í FÍF. Kappingarnevndin hjá FÍF kann geva undantaksloyvi til einstaklingar í serligum førum.

Bert rennarar, sum eru skrásettir limir í einum felag áðrenn kappingardag, kunnu telja við. Ein rennari kann skifta felag í sama kappingarári.

Tað verður kappast í hesum bólkum:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -1999)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1961-1970)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1960 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1995-1999)
-Gentur / Dreingir (f. 2000-2004)

Tað verður skipað fyri einstaklinga-  og liðkapping. Tríggir rennarar eru á hvørjum liði. Hvørt felag kann hava óavmarkað tal av liðum hjá monnum og hjá kvinnum. Tvs. rennari nr. 1.-3. hjá felagnum manna lið 1, rennari 4.-6. manna lið 2 og rennari 7.-9. manna lið 3 osv. Liðið fær somu stig sum rennarin fær í opna bólkinum. Tað er altíð teir tríggir rennarar, sum eftir hvørt einstakt umfar liggja á ovast, sum mynda stigini hjá hvørjum einstøkum liði.

Kappingarsløg
Kappingarnar kunnu verða landsveg-, býar-, ella crossrenning. Kappingarsløg verða fastløgd áðrenn kappingarbyrjan.


Kappingar

Talið av kappingum er átta:
1. umfar – 07. November 2015 Runt Agnið – ca. 10,3 km (ca. 5 km) –Roysnið
2. umfar – 21. November 2015 Náttúrurenning Kerjar 10,5 km (1,5 Km) – Hvirlan
3. umfar – 05. Desember 2015 í Tórshavn – ?  km (ca. ? km) – Bragdið
4. umfar – 16. Januar 2016 í Vágum  – ? km (? km) – Frælsi
5. umfar – 13. Februar 2016 í Havn – ca. 8 km cross (ca. 3 km) – Bragdið
6. umfar – 20. Februar 2016 í Klaksvík ella Hvannasundi –  ca. 8-10 km (3-4 km) – Treysti
7. umfar – 12. Mars 2016 í Suðuroy  – ? km (? km) – Hvistan
8. umfar – 19. Mars 2016 í Runavík – 10 km (5 km) – Roysnið

Kvinnu- og mansunglingar renna sama tein, sum tey vaksnu. Teinurin í klombrum er teinurin, sum gentur og dreingir renna.

Kappingarnevndin loyvir, at motiónsrenning fer fram í somu renning sum vetrarkappingin.

Samanteljing
Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir stigum, sum hvør einstakur rennari ognar sær í hvørjari einstakari kapping. Fimm tey bestu av teimum átta umførunum telja við. Vinnari verður tann íðkarin, sum hevur ognað sær flest stig.

Samlaða liðkappingin verður uppgjørd eftir øllum átta umførunum, har tað eftir hvørt umfar eru teir tríggir rennarar hjá felagnum, su hava flest stig mynda liðið.

Ein skal í minsta lagið hava luttikið í fimm av teimum átta umførunum fyri at telja við í samlaðu kappingini.

Stigatalva:
1 = 50 stig
2 = 47 stig
3 = 45 stig
4 = 43 stig
5 = 41 stig
6 = 40 stig
7 = 39 stig
osfr.

Harumframt verða latin 1 bonusstig um ein hevur luttikið í seks kappingum,  2 bonusstig afturat um ein hevur luttikið í sjey kappingum og so 3 bonusstig afturat um ein hevur luttikið í øllum átta kappingunum.

Stendur tað á jøvnum, vinnur einstaklingurin, sum hevur hevur flest sigrar osv.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á staðnum áðrenn kappingarbyrjan ella online á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, sum er www.fif.fo

.

Umsitan
Kappingin verður umsitin av Frælsum Ítrótti Føroya (FÍF).

Oktober 2014

Kappingarnevndin hjá Frælsur Ítróttur Føroya

Hallur Holm
Formaður