Tá Treysti í gjárkvøldið skipaði fyri opnari kapping á Svangaskarði, eydnaðist tað Rebekku Fuglø at seta sítt 10. føroyska uttanduramet fyri kvinnur. Frá byrjan til endan av hesum kappingarárinum hevur Rebekka hildið eitt sera høgt støði. Tað byrjaði við føroyskum meti á 1.000 metrum til Grand Prix 1, og síðani er næstan ikki kapping farin afturum, uttan at okkurt metið er tikið. Rebekka gjørdist í ár fyrsta føroyska kvinna undir 28 sekund á 200 m, fyrsta undir 44 sekund á 300 m, setti tvær ferðir met á 400 m, tók tvey sekund av 600 m metinum, setti tvær ferðir met á 800 m og tvær ferðir á 1.000 m, har hon eisini gjørdist fyrsta kvinna undir tríggjar minuttir. Harafturat tók hon seks sekund av 1.500 m tíðini, og er bert eitt sekund frá føroyska metinum. Rebekka gjørdist eisini føroyameistari á 100 m, og er tann føroyska kvinnan, sum hevur bestu el-tíðina við 13,76 sek. Metini hjá Rebekku í 2013:
200m (27,99) 300m (43,60) 400m (60,99) 400m (60,52) 600m (1.42,2) 800m (2.15,84) 800m (2.15,43) 1.000m (3.02,69) 1.000m (2.57,15) 4x100m (54,40)
Rebekka endaði sítt kappingarár á Svangaskarði í gjárkvøldið, og setti enn eitt føroyskt met – tað 10. í ár!
Frásøgn og myndir á: www.treysti.fo
Úrslitini av Svangaskarði í gjár vóru annars hesi:
600 m kvinnur og gentur kl. 19.00 | |||||
Nr. | Úrslit | Navn | Árg. | Felag | |
1. | 1.42,2 | Rebekka Fuglø | 1993 | Treysti | FM + BM |
2. | 2.20,9 | Vibeka Sivertsen | 2005 | Treysti | |
3. | 2.35,6 | Maria Josephsen | 2004 | Treysti | |
600m menn og dreingir kl. 19.05 | |||||
Nr. | Úrslit | Navn | Árg. | Felag | |
1. | 1.43,5 | Júst í Túni | 1986 | Treysti | |
2. | 1.46,1 | Gunnar Sivertsen | 1999 | Treysti | |
3. | 1.58,9 | Niklas T. Kruse | 1999 | Roysnið | |
4. | 2.14,2 | John Hermann Fuglø | 2000 | Treysti | |
5. | 2.29,8 | Hjarnar Johansen | 2004 | Roysnið | |
6. | 2.31,9 | Kaj Hansen | 2003 | Roysnið | |
2.000 m kvinnur og gentur kl. 19.15 | |||||
Nr. | Úrslit | Navn | Árg. | Felag | |
1. | 7.37,1 | Oddvør Josephsen | 2001 | Treysti | BM Gentur 12 |
2. | 7.39,7 | Maria Biskopstø | 2002 | Treysti | BM Gentur 11 |
2.000m menn og dreingir kl. 19.25 | |||||
Nr. | Úrslit | Navn | Árg. | Felag | |
1. | 6.58,5 | Regin Thomsen | 1976 | Roysnið | |
2. | 7.22,5 | Gunnar Sivertsen | 1999 | Treysti | |
3. | 7.51,4 | Rani Rasmussen | 1985 | Roysnið | |
4. | 8.01,6 | Niklas T. Kruse | 1999 | Roysnið | |
5. | 8.17,7 | Martin Sivertsen | 1973 | Treysti | |
6. | 8.25,8 | Tummas P. Hansen | 1966 | Roysnið |
1 comment
So flott, Rebekka! Koyr á víðari.
Comments are closed.