Leygardagin skipaði Treysti fyri 6. umfari av BETRI Vetrarkappingini á Viðareiði. Teir 55 luttakararnir fingu frálík líkindi at renna í.
Bjarki Johannesen úr Roysninum heldur á fram við at vinna umførini í vetrarkappingini, og hevur við 5 sigrum í 6 kappingum longu tryggjað sær samlaða sigurin í opna bólkinum av vetrarkappingini hjá monnum.
Tvey umfør resta í, VK7 í Suðuroy, sunnudagin 14.mars, og VK8, sum eisini er FM í 10km í Runavík leygardagin 27. mars.
Maria Biskopstø, Treysti, vann í opna bólkinum hjá kvinnum í dysti við Rigmor N. Arge úr Hvirluni.
Øll úrslitini eru at finna her (pdf)
Sí fleiri myndir frá kappingini, sum Jóannes N. Poulsen, Treysti, tók, her.
Innslag frá 3-2 um kappingina er at finna her.
Ein samrøða hjá 3-2 við systkini Hallur og Borgarhjørt, sum varð gjørd leygardagin, er at finna her.