Home BETRI Vetrarkappingin Bragdið best í TF Vetrarkappingini. Ella triðbest?

Bragdið best í TF Vetrarkappingini. Ella triðbest?

by Hallur Holm

TF Vetrarkappingin er ikki bara ein kapping fyri einstaklingar. Liðkappingin hevur sín stóra leiklut eisini, men so finst eisini tann natúrliga rivaliseringin millum feløgini. Hendan óformella kappingin finst onkustaðni millum linjurnar, og nú hevur Regin Thomsen sett tøl á.

Átta kappingar við fimm bólkum fyri bæði kynini gevur eina rúgvu av kappingum í kappingini. Íalt hava eini 40 ymiskir rennarar verið á pallinum, og vit hava hugt eftir, hvussu býtið millum feløgini hevur verið. Á talvuni sæst týðiliga, at tað er tann blái liturin, sum sæst best, og tað er eisini Bragdið, sum hevur vunnið tey flestu heiðursmerkini.
Heiðursmerki2016regin

103 heiðursmerki blivu hongd um Bragdarhálsar í vetur. Tað eru 31 heiðursmerki fleiri enn Treysti fekk, og 73 fleiri enn tey 30 heiðursmerkini, sum Hvirlan ognaði sær. Men av øllum teimum 103 heiðursmerkjunum hjá Bragdinum, eru bara tey 14 úr gulli. Flest gullmerki eigur Treysti við 27, meðan Hvirlan eisini er frammanfyri Bragdið og hevur vunnið 22 gullheiðursmerki.

Gera vit so upp í stigum, har gull telur trý stig, silvur tvey stig og bronsa telur eitt stig, so hava vit aftur Bragdið ovast á listanum við 165 stigum. Beint aftanfyri kemur Treysti við 158 stigum og á triðja plássi er Hvirlan við 80 stigum.

Til stuttleika leggja vit eisini talvurnar fyri tey bæði seinastu árini út her:

Heiðursmerki2015regin
Seinasta vetur var blái dominansurin stórur. Treysti og Hvirlan hava tikið nógv aftur av tí, sum Bragdið vann seinasta kappingarvetur

Heiðursmerki2014regin
Veturin 2013-14 var tað Treysti sum vann nógv mest. Heili 42 gullmerki vunnu norðingarnir. Vit síggja eisini at Roysnið hevur vunnið heilt fitt hendan veturin.

Niðanfyri síggja vit býtið av luttakarum millum feløgini í barnabólkinum, kvinnur og menn. Og so er eisini ein talva, sum vísir samlaða talið fyri hvørt felag. Og so fáa tit eisini eina lagkøku, sum vísir myndina grafiskt.

VKtabel4 VKtabel3 VKtabel2 VKtabel5 VKtabel1

VKslutt10
Bragdið størstu umboðanina í vetur. Við nærum helminginum av øllum luttakarunum, vunnu tey eisini flest heiðursmerki. Her er allur bandin avmyndaður í Bylgjuni eftir seinasta umfarið.

Tað er einki dulsmál, at rennararnir í TF Vetrarkappingini ikki bara eru unglingar. Fara vit aftur um tølini, kunnu vit staðfesta, at flestu luttakarar eru farnir um tey fjøruti. Vit halda tað er eitt sindur synd, at tey yngru ikki hava funnið út av, hvussu stuttligt tað er at vera Vetrarrennari. Vit vóna tí at øll feløgini stremba eftir at fáa yngru árgangirnar við eisini. Niðanfyri sæst ein talva, sum vísir aldursbýtið.

 

 

VKtabel7
Miðalaldurin í TF Vetrarkappingini liggur um 46-47 ár. Ynskiligt er, at stabbarnir við yngru árgangunum verða eitt sindur hægri.

Tit øll sum HAVA luttikið í vetur skulu hava eina hjartans tøkk fyri tykkara íkast til spennandi og avbjóðandi Vetrarkapping. At koma ígjøgnum samlaðu kappingina er ikki bara bara – man skal leggja nógv fyri viðhvørt. Vit eru errin av tykkum, og gleða okkum til næsta vetur.

 

 

 

 

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Regin 07.04.16 - 19:47

Fyribils er bert ein feilur funnin, og tað er silvur hjá Rebekku sum er blivið blátt. Takk til vaknu eyguni. Vit umbera, og viðganga at okkurt gekk eitt sindur skjótt fyri seg í datainnsamling

Comments are closed.